Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 15-05-2001
Valmøguleikar
Tín lógalisti

8. mai 2001Nr. 79

Løgtingslóg um bókasøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 148 frá 20. desember 2005

Kapittul I

Bókasøvn

§ 1. Bókasøvn hava til endamáls at fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi.

Stk. 2. Til hetta endamál hava bókasøvnini til taks bøkur, tíðarrit, ljóðbøkur, sjónbond, fløgur og annað hóskandi tilfar, sum eisini kann fevna um tónleik og teldutøkt tilfar, sum til dømis internet og margmiðlar.

Stk. 3. Tilfarið verður lænt út uttan viðurgjald. Heimilað er tó bókasøvnunum í einstøkum førum at taka gjald fyri ávísar tænastur sum t.d. ljóstøk o.a.

§ 2. Tilfar, sum bókasøvnini bjóða lánarunum, skal umboða dygd og fjølbroytni og vera tíðarbært. Átrúnaðarlig, moralsk ella politisk sjónarmið mega ikki ávirka valið av tilfarinum.

Kapittul II

Føroya Landsbókasavn

§ 3. Endamál Føroya Landsbókasavns, hereftir nevnt Landsbókasavnið, er:

Stk. 2. At savna, skráseta og varðveita allar føroyskar bókmentir, og alt sum er skrivað av bókmentum um Føroyar og av føroyingum. Talan er um bøkur, tíðarrit, ljóðbøkur, talgilt og teldutøkt tilfar, tónleik, film og annað av-tilfar, sbr. § 24 um avhending av skyldueintøkum.

Stk. 3. At hava eina handritadeild við handritum o.ø. eftir føroyskar høvundar og handritum, ið annars lýsa føroyska bókmentasøgu, mentan og siðsøgu.

Stk. 4. At skipa fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni.

Stk. 5. At vera føroysk ISBN, ISMN og ISSN-skrivstova í sambandi við altjóða skráseting av bókum, tónleiki og tíðarritum.

Stk. 6. At umsita tær uppgávur, ið álagdar eru Bókastovuni sí § 21 og § 22.

Stk. 7. Sum høvuðsbókasavn er tað skylda Landsbókasavnsins m.a. við støði í tí tilfari, sum er til skjals á stovninum, at fremja útbreiðslu av kunnleika, vitan og upplýsing í landinum. Hetta verður m.a. gjørt við, at stovnurin skipar fyri gransking í hesum tilfari.

Stk. 8. Í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya og aðrar vísindaligar stovnar at veita vísindabókasavnstænastu.

Stk. 9. Landsstýrismanninum í mentamálum verður heimilað at gera reglugerð fyri samstarvi millum Landsbókasavnið og bókasavnsvirksemið á øðrum stovnum.

§ 4. Bøkur, handrit og onnur verk, ið eru privat ella almenn ogn, eldri enn 100 ár, eru at meta sum mentanargripir og mega ikki flytast úr landinum uttan við serligum loyvi frá landsstýrismanninum í mentamálum.

§ 5. Landsbókasavnið er stovnur undir landinum. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur eftirlit við Landsbókasavninum, bygningum og ognum tess yvirhøvur.

§ 6. Landsstýrismaðurin í mentamálum setir og loysir úr starvi landsbókavørðin. Landsbókavørðurin setir og loysir úr starvi øll onnur starvsfólk í Landsbókasavninum. Landsbókavørðurin hevur um hendi dagligu leiðslu Landsbókasavnsins.

Stk. 2. Lønar-, setanar- og pensjónsviðurskifti hjá starvsfólkunum í Landsbókasavninum skulu fylgja teimum reglum, sum landsstýrið hevur avtalað ella ásett.

§ 7. Landsbókasavninum verður heimilað at útvega sær ymsar inntøkur og stuðul til ávís endamál.

Stk. 2. Eftir nærri ásettum reglum verður eisini heimilað Landsbókasavninum at reka ávíst inntøkufíggjað virksemi, eitt nú at taka gjald fyri ymiskar tænastur, sum Landsbókasavnið veitir almennum stovnum, privatum stovnum, granskarum o.ø.

§ 8. Eftir tilmæli frá landsbókavørðinum ger landsstýrismaðurin í mentamálum uppskot um árligu fíggjarætlan Landsbókasavnsins, sum er partur av løgtingsfíggjarlógini undir alment ásettu treytunum fyri roknskap, grannskoðan, eftirlit, góðkenning o.a.

§ 9. Fyri hvørt roknskaparár sendir landsbókavørðurin landsstýrismanninum í mentamálum frágreiðing um virki Landsbókasavnsins.

§ 10. Landsstýrismaðurin í mentamálum ger reglugerð fyri Landsbókasavnið, samvinnu tess við onnur bókasøvn og fyri onnur tørvandi viðurskifti á økinum.

Kapittul III

Fólkabókasøvn

§ 11. Bý-/bygda(r)ráðini skipa fyri fólkabókasavnstænastu.

Stk. 2. Fólkabókasøvnini eru kommunal. Bý-/bygda(r)ráðini velja eina bókasavnsnevnd, sum hevur ábyrgdina av bókasavnsrakstrinum. Nevndin kann vera tann sama sum mentanarnevndin, um ein tílík frammanundan er vald á staðnum. Virkisøkið er avvarðandi kommuna ella, um avtala er millum fleiri kommunur um felags bókasavnsrakstur, hesar kommunur.

Stk. 3. Tað stendur øllum íbúgvum landsins í boði frítt og ókeypis at nýta øll fólkabókasøvn í landinum.

§ 12. Fólkabókasøvnini skulu hava tilfar til bæði børn og vaksin.

Stk. 2. Í øllum fólkabókasøvnum skal leiðarin vera útbúgvin bókavørður, og honum/henni til hjálpar verður sett annað neyðugt starvsfólk.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin í mentamálum kann eftir tilmæli frá landsbókavørðinum og bókavarðafelagnum gera frávik frá stk. 2.

Stk. 4. Fólkabókasøvnini skulu fáa í lag avtalu við barnagarðar, vøggustovur og aðrar stovnar í kommununi/kommununum um bókasavnstænastu.

Stk. 5. Fólkabókasøvnini skulu samstarva við stovnsbókasøvn og onnur sersøvn.

Stk. 6. Fólkabókasøvnini kunnu seta á stovn deildir og og veita bókabil- og aðra tænastu, har tørvur er á øktari bókasavnstænastu.

§ 13. Bý-/bygda(r)ráðið ger viðtøkur fyri hvørt fólkabókasavn, og um fólkabókasavnið er felags fyri fleiri kommunur, gera bý-/bygda(r)ráðini viðtøkurnar í felag.

Stk. 2. Viðtøkurnar verða sendar Landsbókasavninum til góðkenningar.

Stk. 3.1) Landsbókasavnið hevur eftirlit við fólkabókasøvnunum og veitir ráð og leiðbeining.

§ 14. 1) Landið rindar fólkabókasøvnum studning til rakstur av góðkendari fíggjarætlan.

Stk. 2. Frá og við fíggjarárinum 2006 verður árliga studningsprosentið roknað í mun til játtaðu upphæddina á løgtingsfíggjarlógini, tó í mesta lagi 40% av góðkendu fíggjarætlanini.

Stk. 3. Studningurin verður útgoldin í fíggjarárinum sum eitt forskotsgjald og avroknaður endaliga við fíggjarárslok. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvussu studningur verður útgoldin og avroknaður

§ 15. Fólkabókasøvn, ið hava meira enn 10.000 bøkur, skulu hava egin bókasavnshøli.

Stk. 2. Tá eitt bý-/bygda(r)ráð ætlar at fara undir at byggja, umbyggja ella byggja uppí ella keypa høli til bókasavn, skal byggi- ella keypsætlanin við tilmæli frá Landsbókasavninum verða send landsstýrismanninum í mentamálum til góðkenningar.

Stk. 3. Landið veitir 50% í studningi til bygging, um- ella uppíbygging ella keyp av bókasavnshølum. Studningurin verður rindaður, tá ið landsstýrismaðurin í mentamálum hevur góðkent byggi- ella keypsætlanina, og tilmæli er komið frá Landsbókasavninum. Er veruligi kostnaðurin hægri enn hin ætlaði, kann landið somuleiðis eftir tilmæli frá Landsbókasavninum rinda 50% av tí veruliga kostnaðinum, um serligar grundir eru fyri tí.

Kapittul IV 1)

(strikaður)

Kapittul V

Skúlabókasøvn í fólkaskúlanum

§ 17. Í hvørjum skúla innan fólkaskúlan við í minsta lagi 3 samanhangandi árgangum verður skipað eitt skúlabókasavn sum námsfrøðiligur tænastudepil, sum skal vera liður í skúlans virksemi og partur av bókasavnsskipanini.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í mentamálum og Landsbókasavnið áseta í felag reglur um fólka- og skúlabókasøvn, sum eru í felags høli.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin í mentamálum ásetir reglur um virksemið hjá skúlabókasøvnunum.

§ 18. Skúlastýrið tekur avgerð um øll mál viðvíkjandi skúlabókasavninum, sum ikki eru løgd undir bý-/ bygda(r)ráðið ella aðrar myndugleikar eftir løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan við seinni broytingum.

Stk. 2. Eru fólka- og skúlabókasavnið í felags høli, skal skúlastýrið vera umboðað í bókasavnsnevndini.

§ 19. Landið rindar skúlabókasøvnunum í studningi 60% av útreiðslunum til undirvísingartilfar og -amboð, meðan bý-/bygda(r)ráðið rindar restina. Umsókn um stuðul skal vera send Landsbókasavninum í seinasta lagi 15. mai árið fyri. Sambært góðkendari fíggjarætlan verður rakstrarstudningurin útgoldin við fíggjarársbyrjan, og avroknað verður við fíggjarárslok. Landsbókasavnið skal í seinasta lagi 31. januar árið eftir hava roknskapin fyri farna fíggjarár. Endaligi stuðulin verður avroknaður samsvarandi endaliga roknskapinum fyri undanfarna fíggjarár, studningurin kann tó í mesta lagi vera 60% av góðkendu fíggjarætlanini fyri tað árið.

Kapittul VI

Skúlabókasøvn í vinnu- og miðnámsskúlum og í hægri undirvísingarstovnum

§ 20. Í vinnu- og miðnámsskúlum og í hægri undirvísingarstovnum skal skipast eitt skúlabókasavn sum liður í skúlans/stovnsins virksemi og partur av samlaðu bókasavnsskipanini.

Stk. 2. Landið ber allan kostnaðin av rakstri, íløgum o.ø. av bókasøvnunum í vinnu- og miðnámsskúlunum og í hægri undirvísingarstovnunum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin í mentamálum og Landsbókasavnið áseta í felag nærri reglur um, hvussu tann bókasavnstøkniligi og tann námsfrøðiligi parturin verða samskipaðir.

Stk. 4. Har, sum skúlar liggja tætt saman og til ber at samstarva um felags bókasavn, eigur hetta at verða gjørt.

Stk. 5. Landsstýrismanninum í mentamálum verður heimilað at gera reglugerð fyri samstarv millum Landsbókasavnið og bókasavnsvirksemið á vinnu- og miðnámsskúlum eins og á hægri undirvísingarstovnum.

Kapittul VII

Bókastova

§ 21. Bókastovan er deild í Landsbókasavninum, sum undir leiðslu av deildarleiðara við ábyrgd mótvegis landsbókavørðinum, skal

1)   1) við serligum atliti at føroyskum viðurskiftum samskipa keypið av bókum og øðrum tilfari til fólka- og skúlabókasøvnini og, um tørvur er á tí, eisini til onnur bókasøvn,

2)   fyrireika, binda inn og greiða hetta tilfar til bókasøvnini,

3)   fremja upplýsandi tiltøk um bókasavnstilfar,

4)   skipa fyri skeiðsvirksemi og eftirútbúgving fyri starvsfólk í bókasøvnunum og

5)   skipa fyri árliga býtinum av bókasavnsgjaldinum, sum verður játtað á løgtingsfíggjarlógini. Bókasavnsgjaldið verður at býta til føroyskar rithøvundar og týðarar, hvørs bøkur/týðingar eru til taks í nevndu bókasøvnum, og til myndlistafólk, tá myndir eru í minsta lagi 40% av bókini. Eftirlivandi hjúnafelagi varðveitir rættin til bókasavnsgjald.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í mentamálum ásetir reglur um býtið av bókasavnsgjaldinum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin í mentamálum ásetir nærri reglur um samstarv millum Landsbókasavnið og onnur søvn á mentanarøkinum, tá ið tað snýr seg um eitt nú innbinding, konservering og umvæling av tilfari.

§ 22. Bókastovuni áliggur at útvega ljóðbøkur o.a. tilfar til teirra, sum av eini ella aðrari orsøk ikki fáa lisið ella á annan hátt fáa ognað sær vanligan prentaðan tekst.

Stk. 2. Somuleiðis áliggur Bókastovuni at skipa fyri, at tilfar av nevnda slagi verður atgeingiligt hjá brúkarunum á bókasøvnum landsins. Hetta tilfarið verður lænt út eftir somu ásetingum, sum nevndar eru í § 11, stk. 3.

Kapittul VIII

Avhending av skyldueintøkum

§ 23. Skylduavhendingin er partur av støðinum undir okkara felags tjóðminnum. Avhendingin skal tryggja, at vitanin um føroyska mentan, søgu og føroyskt samfelagslív verður varðveitt til gagns fyri gransking og almenningin yvirhøvur.

Stk. 2. Skylduavhendingin skal tryggja støðið undir tjóðbókaskránni, so at henda verður so fullfiggjað sum gjørligt.

§ 24. Av øllum verkum, útgivnum í Føroyum, skulu avhendast 4 ókeypis eintøk til Landsbókasavnið. Skyldan er galdandi uttan mun til í ella á hvørjum miðli verkið fyriliggur. Í førum tá ið tað snýr seg um eitt nú talgilt tilfar, kann Landsbókasavnið gera frávik í ásetingunum um talið av verkum, ið skulu avhendast.

Stk. 2. Við verk er at skilja ein avmarkað mongd av upplýsingum, sum er at meta sum ein liðug og sjálvstøðug eind.

Stk. 3. Eitt verk er givið út, tá ið tað við góðkenning upphavsmansins er atkomiligt í handlinum, ella á annan hátt er latið almenninginum.

Stk. 4. Sum útgáva verður eisini roknað, tá, við góðkenning upphavsmansins, boðað verður alment frá, at eintøk av verkinum verða framleidd og býtt út eftir bílegging, ella tá ið verkið er atkomiligt í dátugrunni, haðani brúkarin kann ogna sær eintak.

Stk. 5. Útgáva er eisini, tá ið eintøk av verki verða latin út alment, sambært ásetingum í 2. kapitli í lógini um upphavsrætt.

Stk. 6. Útgáva her á landi fevnir um, tá ið eintøk av verki eru framleidd í Føroyum, og tá ið tey eru framleidd uttanlands við útgávu í Føroyum fyri eyga.

Stk. 7. EDV-skráir skulu bara avhendast, tá ið tær eru partar av øðrum verki, ið er avhendingarskyldugt, og verða útgivnar saman við hesum.

§ 25. Verkini skulu avhendast í tí sniði, tey verða útgivin, uttan at annað er ásett, sbr. § 32, stk. 4.

Stk. 2. Eru verk bara atgeingilig, um serlig tøknilig útgerð verður nýtt, skal neyðuga nýtsluleiðbeiningin vera hjáløgd avhendaðu eintøkunum. Tá ið talgild verk verða útgivin við útbúnaði, sum ikki er í tráð við vanlig aðalkrøv, skal tann, ið avhendingarskylduna hevur, um Føroya Landsbókasavn krevur tað, avhenda tøkniligu dokumentasjónina, sum er neyðug, um verkið skal gerast atgeingiligt, tá ið tøkniliga útgerðin ikki longur fæst til keyps. Tann, ið avhendar, kann krevja, at tøkniliga tilfarið ikki verður atgeingiligt hjá óviðkomandi.

Stk. 3. Verða verk útgivin í dátugrunnum, sbr. § 24, stk. 4, skal tann, ið avhendar, boða Landsbókasavninum frá útgávuni, og samstundis senda loyniorð og aðrar upplýsingar, sum eru neyðugar fyri, at Landsbókasavnið kann fáa atgeingi til verkini. Treytirnar fyri avhendingarskylduni eru loknar, tá ið Landsbókasavnið á henda hátt kann útvega sær ella framleiða eintøk av verkunum.

Stk. 4. Avhendingarskyldan fevnir eisini um nýggjar útgávur av einum verki.

§ 26. Avhendingarskyldan áliggur tí, sum framleiðir liðug eintøk til útgávu.

Stk. 2. Er ógreitt hvør framleiðarin er, áliggur avhendingarskyldan, eftir kravi frá Landsbókasavninum, útgevaranum. Útgevarin er tann, sum tekur stig til útbreiðsluna av framleiddu verkunum, sbr. § 24, stk. 4.

Stk. 3. Tá ið tað snýr seg um útgávu, har eintøkini av verkunum eru framleidd uttanlands, hevur útgevarin avhendingarskyldu. Býr útgevarin ikki í Føroyum, hevur tann innflytarin, sum umboðar útgevaran, avhendingarskyldu. Er útgevarin búsettur uttanlands, og eingin innflytari er í Føroyum, áliggur avhendingarskyldan útgevaranum.

§ 27. Í øllum verkum, útgivnum í Føroyum, skal útgevarin seta navn sítt, ella navn á fyritøku og heimstað.

§ 28. Útgevarin hevur skyldu til, um Landsbókasavnið ynskir tað, at veita slíkar upplýsingar, sum eru neyðugar fyri, at verkið kann verða skrásett á rættan hátt í tjóðbókaskránni.

§ 29. Útgevarin ber allan kostnað av teimum útreiðslum, ið standast av framleiðslu av avhendingarskyldugum eintøkum. Tá ið tað snýr seg um eintøk, sum eru framleidd uttanlands, skal tann, ið avhendingarskyldu hevur, bera útreiðslurnar av hesum, sbr. § 26, stk. 3.

§ 30. Um tann, ið avhendingarskyldu hevur, doyr ella fer á húsagang, liggur avhendingarskyldan á búnum.

§ 31. Avhendingarskyldugu eintøkini skulu varðveitast á tveimum ymiskum plássum í Føroyum, í Landsbókasavninum og í øðrum bókasavni uttan fyri Tórshavn, eftir nærri áseting frá landsstýrismanninum í mentamálum.

Stk. 2. Eintøkini verða partar av søvnunum, sbr. stk. 1, og gerast atkomilig hjá brúkarunum sambært lógini um upphavsrættindi. Talgild verk mega tó bara vera tøk hjá einstaklingum til persónliga nýtslu á staðnum, har tøknilig útgerð verður nýtt. Talgild eftirgerð av eintøkum er ikki loyvd.

§ 32. Landsstýrismaðurin í mentamálum ásetir nærri reglur um, hvussu avhendingin skal fara fram, og í hesum sambandi eisini reglur um, hvørjar upplýsingar skulu fylgja við tí avhenda tilfarinum, og nær avhendingin til Landsbókasavnið skal vera.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í mentamálum ásetir nærri reglur fyri varðveiting av tilfarinum og atgeingi til hetta.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin í mentamálum ásetir nærri reglur um burturbeining av avhendum eintøkum, sum ikki verða hildin verd at varðveita av mentanarligum ella granskingarligum orsøkum.

Stk. 4. Landsbókavørðurin kann í ávísum førum gera frávik frá avhendingarskylduni, serliga í førum har tað snýr seg um ávís sløg av verkum, eitt nú tílík, ið gjørd verða í fáum eintøkum.

§ 33. Brot á § 4, § 24, stk. 1, § 25 og § 27 verða sektað við bót.

Stk. 2. Harumframt verður tann, sum ikki ger eftir ásetingunum í § 25, stk. 2, § 26, stk. 2, ella § 28 sektaður við bót.

Stk. 3. Í fyriskipanum, sum eru ásettar við støði í § 32, kunnu ásetast reglur um revsing við bót fyri brot á ásetingarnar í fyriskipanunum.

Stk. 4. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelagi ella lutafelagi, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.

Kapittul IX

Gildiskoma

§ 34. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002.

Stk. 2. Samstundis fara úr gildi løgtingslóg nr. 31 frá 2. mai 1952 um landsbókasavn v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 28. apríl 1992, kunngerð nr. 42 frá 16. juni 1952 um avhendingarskyldu av skyldueintøkum v.m. og løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988 um megin-, fólka- og skúlabókasøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 27. mars 1992.

 

Tórshavn, 8. mai 2001

 

Anfinn Kallsberg (sign.)

løgmaður

 

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 148 frá 20. desember 2005, har § 2 er soljóðandi: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.”