29. mai 2017Nr. 79
Løgtingslóg um at dagføra ognina Eirargarður 14/16
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at fara undir at dagføra ognina Eirargarður 14/16 í Tórshavn.
Stk. 2. Útreiðslan til verkætlanina kann í mesta lagi vera 30 mió. kr.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2019.
Í Tinganesi, 29. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 94/2016