Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 01-03-2006
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2006 A - Hefti 4 A frá 2. mars 2006
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

28. februar 2006Nr. 8

Løgtingslóg um tinglýsingaravgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 156 frá 23. desember 2015

§ 1. Tá føst ogn við keyp og sølu, gávubrævi ella á annan hátt verður latin øðrum eigara, skal tinglýsingaravgjald rindast til landskassan. Við arvaskifti skal einki tinglýsingaravgjald rindast fyri tann partin av ognini, sum arvaavgjald verður latið fyri.

Stk. 2. 1) Avgjaldið er 1% av keypsprísinum.

§ 2. Við makaskifti av fastari ogn skal einki avgjald rindast til landskassan, um ognirnar ganga líka upp hvør móti aðrari. Verður peningur rindaður umframt, skal tinglýsingaravgjald rindast av hesi upphædd.

§ 3. Um føst ogn verður givin burtur, skal tinglýsingaravgjald latast av tí virði, sum ognin verður mett at hava.

§ 3 a. 2) 1) Tá veð, tó ikki rættarveð, verður tinglýst, skal tinglýsingaravgjald rindast til landskassan. Avgjaldið er 1% av veðtryggjaðu upphæddini. Veðtryggjaða upphæddin er nominella virðið á høvuðsstólinum á veðbrævinum. Inniheldur veðbrævið ásetingar um uppskriving av høvuðsstólinum, er veðtryggjaða upphæddin tann hægsta upphædd, ið høvuðsstólurin kann uppskrivast til. Um hægsta upphæddin, ið høvuðsstólurin kann uppskrivast til, ikki framgongur beinleiðis av veðbrævinum, skal avgjaldskyldugi í veðbrævinum eftir bestu sannføring áseta hægstu upphædd, ið høvuðsstólurin kann uppskrivast til frá tinglýsingardegnum og 10 ár fram. Avgjald verður síðan ásett eftir hesi upphædd. Um avgjaldskyldugi ikki ger hesa meting sjálvur, ella eru ivamál annars, ásetir Tinglýsingarstovan hesa upphædd.

Stk. 2. Tá veð verður tinglýst í fastari ogn, tó ikki veð sambært ognarveðbrævi ella skaðaloysisbrævi, sum trygd fyri láni í realkredittinstituttum ella láni í peningastovnum við upprunaligari afturgjaldingartíð á í minsta lagi 10 ár og hægst 30 ár, roknast tann parturin av láninum, ið verður tikin til at avloysa eitt lán við samsvarandi panti í somu ogn ikki til ta veðtryggjaðu upphæddina, sbr. stk. 1. Verður veðbrævið burturvíst av Tinglýsingarstovuni, og skal veðbrævið ikki seinni tinglýsast, ella nýggja veðbrævið verður burturvíst sum ikki effektuerað innan 1 ár eftir tilmelding til tinglýsingar, er avgjaldsfyrimunurin eftir 1. pkt. dottin burtur. 1. pkt. kann verða nýtt, sjálvt um tað nýggja pantið er sum eitt ella fleiri veðbrøv, og sjálvt um tað nýggja pantið bert partvíst avloysir verandi lán. Verður veðbrævið avloyst við fleiri veðbrøvum, er tað ein treyt, at tey nýggju veðbrøvini í minsta lagi í eitt ár eftir tinglýsingina av nýggja pantinum hava pant í somu ogn. Fyri at kunna brúka ásetingina í 1. pkt. er tað ein treyt, at tilmelding av tí nýggja pantinum til tinglýsingar fer fram, áðrenn verandi veð er avlýst, og at tað greitt verður tilskilað og váttað, at tilmelding av tí nýggja pantinum til tinglýsingar fer fram treytað av, at verandi veð verður avlýst, og at verandi veð er avlýst í seinasta lagi 1 ár eftir tilmelding til tinglýsingar av tí nýggja pantinum.

Stk. 3. Fyri tinglýsing av broytingum í veðbrævinum, har veðbrævið eisini skal fevna um veð í aðrari ella øðrum føstum ognum, verður fult avgjald av veðtryggjaðu upphæddini goldið fyri hvørja av hesum tinglýsingum, sbr. stk. 1.

Stk. 4. Fyri tinglýsing av hækkingum av tí veðtryggjaðu upphæddini skal avgjald rindast, sbr. stk. 1, av muninum millum restskuldina og ta nýggju veðtryggjaðu upphæddina.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um skjalprógv fyri, at treytirnar eru loknar, herundir skjalprógv fyri støddini av eini møguligari restskuld.

§ 3 b.3) 1) Fyri tinglýsing av ognarfyrivarni í motorakførum, húsvognum, lendisakførum, leguvognum og viðfestivognum sbrt. § 42 b í løgtingslóg um tinglýsing er avgjaldið 1% av upphæddini, ognarfyrivarnið skal tryggja.

§ 4. 2) Tinglýsingaravgjald skal rindast til Tinglýsingarstovuna, áðrenn avgjaldskyldug skjøl sbrt. hesi lóg verða tinglýst.

Stk. 2. 2) Tað áliggur tí avgjaldskylduga at rokna og inngjalda avgjaldið. Tann avgjaldskyldugi er:

1)   Við eigaraskifti, tann ið fær síni rættindi tinglýst.

2)   Við veðseting, veðsetari av ognini.

§ 5. 2) Avgjaldskyldug skjøl sbrt. hesi lóg verða burturvíst frá dagbókini, um tinglýsingaravgjald ikki er goldið.

§ 5 a. 2) Avgjøld sbrt. hesi lóg kunnu innheintast við panting. Peningurin fer í landskassan. Útreiðslur í sambandi við innheintan verða at rinda av tí avgjaldskylduga.

§ 5 b. 2) 3) Henda løgtingslóg er ikki galdandi fyri undirveð í alifiski og smolti, sum stavar frá rakstri av alistøð ella smoltstøð.

§ 6. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. februar 2006. Samstundis fer Forordning af 8. februar 1810, hvorved i Danmark og Norge med underliggende lande indtil videre påbydes en afgift af ejendommens værdi, hver gang disse overdrages til nye ejere m.v., úr gildi.

 

 

Tórshavn, 28. februar 2006

 

Bjarni Djurholm (sign.)

løgmaður

/ Bárður Nielsen (sign.)

Lm. nr. 49/2006

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 156 frá 23. desember 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: ”Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016. Stk. 2. Henda løgtingslóg hevur ikki virknað fyri avtalur, sum eru gjørdar frammanundan 1. januar 2016, og sum eru latnar tinglýsingarstovuni til tinglýsingar innan 1. februar 2016.”

2) Broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 2. juni 2008, har § 2 er soljóðandi: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2008. Stk. 2. Fyri skjøl, ið eru tilmeldað til tinglýsingar framløgudagin ella seinni, men áðrenn henda lóg kemur í gildi, verður eftirrokning send fyri munin millum avgjald, ið er rindað, og avgjald sambært hesi lóg.”

3) Broytt við løgtingslóg nr. 123 frá 15. desember 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015.”