Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. august 2016Nr. 82
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
(Fiskidagar 2016/2017)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 5. august 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 27 verður orðað soleiðis:
“§ 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum frá 1. september 2016 til 31. august 2017 fyri fiskifør undir føroyskum flaggi.”
2. § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, sum vóru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin, og endaligum avhendingum av fiskidøgum millum undirbólkarnar 4 A og 4 B í tíðarskeiðinum frá 1. september 2015 til 31. august 2016:
1) Bólkur 2: Trolarar:
a) Innara fiskidagaleið: 4.386 fiskidagar.
b) Ytra fiskidagaleið: 1.530 fiskidagar.
2) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons: 2.029 fiskidagar.
3) Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15-40 tons: 859 fiskidagar.
4) Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu: 1.323 fiskidagar.
5) Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu: 1.178 fiskidagar.
6) Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu: 8.879 fiskidagar.”
3. Í § 29 verða sum stk. 11-14 sett:
“Stk. 11. Umframt fiskidagar sambært stk. 1 verða ásettir fiskidagar fyri tíðarskeiðið frá 1. september 2016 til 31. august 2017 soleiðis:
1) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons: 179 fiskidagar.
2) Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15-40 tons: 76 fiskidagar.
3) Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu: 117 fiskidagar.
4) Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu: 104 fiskidagar.
Stk. 12. Fiskiførini í hvørjum av undirbólkunum 3, 4 A, 4 B og 4 T, sambært stk. 1, kunnu eftir 1. desember 2016 brúka av fiskidøgunum sambært stk. 11, tá fiskidagarnir, ið eru tillutaðir fiskifarinum við støði í ásettum fiskidøgum sambært stk. 1, eru brúktir.
Stk. 13. Fiskidagar, ið verða avhendaðir sambært § 14, stk. 1 ella 2, 1. september 2016 ella seinni, verða sambært stk. 12 í hesi grein ikki roknaðir sum brúktir fiskidagar.
Stk. 14. Hvørt fiskifar í undirbólkunum 3, 4 A, 4 B og 4 T, sambært stk. 1, kann í mesta lagi brúka lutfalsligan part av ásetta fiskidagatalinum fyri bólkin, sum ásett sambært stk. 11. Lutfalsligi parturin fyri fiskifarið verður roknaður sum tal av brúktum fiskidøgum hjá fiskifarinum fiskiárið 2015/2016, íroknað brúktir fiskidagar avhendaðir frá øðrum, sambært § 14, stk. 1, býttir við talinum av brúktum fiskidøgum tilsamans í undirbólkinum, sambært stk. 1, fiskiárið 2015/2016. Um eitt ávíst fiskifar ella manning tess hava verið fyri óhappi, ið beinleiðis hevur avmarkað raksturin av fiskifarinum í 2015/2016, kann landsstýrismaðurin gera undantak fyri, hvussu talið av brúktum fiskidøgum verður roknað hjá fiskifarinum fyri fiskiárið 2015/2016. Í hesum førum kann útrokningin grundast á eitt 12 mánaðar tíðarskeið frammanundan tí degi, at viðkomandi óhapp er staðfest. Hjá teimum fiskiførum, ið hava roynt á fjarleiðum av kvotum, sum føroyskir myndugleikar hava sambært avtalu við Grønland og í altjóða sjógvi, verða uppí brúkta fiskidagatalið roknaðir dagarnir til fiskiskap á fjarleiðum frá tí, at skip fer úr havn, til tað aftur er í havn, í lutfallinum 3:1. Fiskidagarnir, ásettir sambært stk. 11, kunnu ikki avhendast sambært § 14.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 17. august 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 1/2016