Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 09-06-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Løgtingslóg 90 frá 6. juni 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

6. juni 2017Nr. 90

Løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning

(Nágreining í lógarregluni at signa borgaraliga stovnað hjúnalag)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í anordning nr. 37 frá 22. januar 2002 om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning, sum broytt við anordning nr. 228 frá 15. mars 2007 og anordning nr. 398 frá 20. apríl 2010, verður § 14, stk. 2 orðað soleiðis:

Stk. 2. Hjún í borgaraliga stovnaðum hjúnalagi kunnu, í tann mun fólkakirkjan hevur løggild ritual til tess, lata sóknarprest signa hjúnalagið. Landsstýrismaðurin ásetir greiniligari reglur um hetta.”

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2017.

 

 

Í Tinganesi, 6. juni 2017

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

 

Lm. nr. 102/2016