Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Rundskriv
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Almannamálaráðið
  • Útgávudagur: 04-01-2005
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

4. januar 2005Nr. 9000

Rundskriv um valdsnýtslu á stovnum fyri fólk við víttfevnandi likamligum og sálarligum brekum

 

(Øll starvsfólk, ið arbeiða á stovnum fyri fólk við víttfevnandi likamligum ella sálarligum brekum)

 

Sambært § 16, stk. 2, í ”Lov for Færøerne om offentlig forsorg”, (forsorgarlógini) áliggur tað landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um valdsnýtslu á stovnum fyri fólk við víttfevnandi likamligum ella sálarligum brekum. Hetta er gjørt í kunngerð nr. 1 frá 3. januar 2005 um valdsnýtslu. Fyri at kunngerðin skal vera lættari at handfara, hevur landsstýrismaðurin eisini valt at gera eitt umfarsskriv til starvsfólk, ið arbeiða á stovnum fyri fólk við víttfevnandi likamligum ella sálarligum brekum. Hetta er gjørt fyri at hjálpa starvsfólkunum, so tey verða kunnaði um, hvat tey hava rætt til í teimum ymisku støðunum.

 

Undantøk frá forboði móti likamligari valdsnýtslu

§ 1. Gerðir, ið hava verið neyðugar fyri at standa ímóti ella forða fyri álopi ella eini hóttan um álop, og sum mugu sigast at vera ráðiligar í mun til vandan í álopinum, eru umfataðar av revsilógarinnar reglum um neyðverju. Eitt starvsfólk kann tessvegna leggja uppí og hjálpa til í sambandi við útinnan av neyðverju.

 

Afturlatnir stovnar

§ 2. Tá persónar, sum sambært rættarúrskurði skulu kannast sálarliga á stovni, ella eru undantiknir varðhaldsfongsling við kravi um at verða settir á stovn, kann rætturin taka avgerð um, at viðkomandi skal setast í ein afturlatnan stovn. Í slíkum førum eigur ákærumyndugleikin frammanundan at hava biðið Heimarøktina og Serforsorgina um eitt ummæli.

 

Skjalaskriving og fráboðan

§ 3. Verður brot framt á reglurnar í kapittul 1-6 í kunngerð um valdsnýtslu á stovnum fyri fólk við víttfevnandi likamligum ella sálarligum brekum, og verður neyðverja nýtt, skal Heimarøktin og Serforsorgin hava frágreiðing. Likamliga valdsnýtslu sambært § 2, stk. 1 í kunngerð nr. 1 frá 3. januar 2005 skal Heimarøktin og Serforsorgin tó ikki hava frágreiðing um.

Stk. 2. Tey starvsfólk, sum hava verið við í hending sambært stk. 1 í kunngerð nr. 1 frá 3. januar 2005 skulu í seinasta lagi dagin eftir hendingina geva eina skrivliga frágreiðing til stovnsleiðaran. Stovnsleiðarin sendir innan 3 dagar eina fráboðan um hendingina til Heimarøktina og Serforsorgina saman við egnum viðmerkingum og frágreiðingum frá persónum, ið vóru hjástaddir. So vítt gjørligt skal ein frágreiðing frá umrødda persóninum fylgja við.

Stk. 3. Fráboðanin skal hava upplýsingar um:

1)   tær serligu umstøður, ið grundgeva atgerðina,

2)   nær hendingin, ið elvdi til atgerðina, fór fram,

3)   nær atgerðin fór fram,

4)   hvussu leingi atgerðin vardi,

5)   frágreiðing um slag av atgerð,

6)   frágreiðing um endamálið við atgerðini,

7)   hvør, ið framdi atgerðina, og

8)   støðuna hjá umrødda persóni, meðan atgerðin fór fram.

Stk. 4. Er ein grundaður illgruni um eina revsiverda gerð, ið er undir almennari ákæru, skal stovnsleiðarin beinanvegin senda fráboðan um hetta til Heimarøktina og Serforsorgina.

Stk. 5. Tey starvsfólk, ið vóru hjástødd, tá hendingin fór fram, og sum ikki dagin eftir eru biðin um upplýsingar um frágreiðingina, hava skyldu til at geva sína frágreiðing til stovnsleiðaran. Henda skyldan áliggur tó ikki einum starvsfólki, um roknast má við, at starvsfólkið við frágreiðing síni kann koma sær sjálvum í vanda fyri revsing ella vælferðarmissi.

Stk. 6. Tey starvsfólk, ið annars fáa eina grundaða vitan um hendingina, hava eisini skyldu at geva stovnsleiðaranum frágreiðing um hesa vitan.

Stk. 7. Samstundis sum stovnsleiðarin gevur Heimarøktini og Serforsorgini sína fráboðan, skal hann geva teimum luttakandi starvsfólkunum eitt avrit av hesi. Eisini skal stovnsleiðarin kunna tann, ið varar av áhugamálunum hjá umrødda persóni.

Stk. 8. Eitt starvsfólk, ið tænastulig frágreiðing verður givin um fyri tænastubrot ella revsiverd viðurskifti, skal hava eina frágreiðing um tær veruligu umstøðurnar í málinum, og hava høvi til at geva skrivligar viðmerkingar til frágreiðingina. Starvsfólkið skal samstundis verða kunnað um, at tað ikki hevur skyldu til at gera viðmerkingar til frágreiðingina.

Stk. 9. Um stovnsleiðarin hevur luttikið í hendingini, skal starvsfólkið senda frágreiðing beinleiðis til Heimarøktina og Serforsorgina. Starvsfólkið gevur í hesum førum stovnsleiðaranum avrit av síni frágreiðing. Heimarøktin og Serforsorgin sær til, at tann, ið varar av áhugamálunum hjá umrødda persóni, verður kunnaður.

 

Kærumøguleikar, eftirlit, tvingsilstiltøk v.m.

§ 4. Heimarøktin og Serforsorgin fylgir við gongdini á økinum, og skal við jøvnum millumbilum vitja stovnarnar við atliti til at fylgja við gongdini innan økið, og skal serstakliga ansa eftir viðurskiftunum á teimum afturlatnu stovnunum.

 

§ 5. Mótvegis tí einstaka starvsfólkinum kunnu nýtast tey tiltøk, ið fylgja setanartreytunum.

 

§ 6. Umfarsskrivið avmarkar ikki ta ábyrgd, starvsfólkið kann fáa sambært revsilógini.

 

§ 7. Stovnsleiðarin skal vissa sær, at viðskiftafólkið eins væl og tey, ið varða av áhugamálunum hjá viðkomandi, gerast kunnug við reglurnar í hesum umfarsskrivi, og í kunngerðini um valdsnýtslu á stovnum fyri fólk við víttfevnandi likamligum og sálarligum brekum, herímillum um kærumøguleikan.

 

 

Almanna- og heilsumálaráðið

 

Eyðun Mohr hansen (sign.)

deildarstjóri

 

Gunnvá S. á Lofti (sign.)