13. mars 2007Nr. 9000
Rundskriv um tá partabrøv verða keypt
(Til stjórnarráðini)
1) Endamál
Tá ið partabrøv eru keypt, skulu tey uttan drál verða latin Føroya Gjaldstovu at varðveita.
Er talan um smápartafeløg, skal Gjaldstovan hava prógv frá felagnum, sum staðfestir at landið er skrásett sum eigari og við hvørjari upphædd.
Virðini skulu verða skrásett í landsroknskapinum sambært Kontuskipan landsins.
2) Gildiskoma
Hetta rundskriv kemur í gildi 13. mars 2007.
Argir, 13. mars 2007
Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)