Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. november 2009Nr. 9001
Rundskriv um gjaldføri landskassans
1. Formligar reglur um kassar o.tíl.
Sambært § 15, stk. l, í roknskaparkunngerðini er meginreglan, at allar útgjaldingar skulu fara um Búskaparskipan landsins. Undantakið frá meginregluni er ásett í stk. 2, har stovnur, sum hevur fingið loyvi at hava egna gjaldføriskontu og kassa, skal nýta hesar sambært § 3, stk. 6, í roknskaparkunngerðini.
Umframt útgjøld sum ikki eru hóskandi at fara um Búskaparskipan landsins, kann tørvurin á egnum kassa ella peningastovnskontu eisini vera, at stovnurin hevur inntøkur ella inngjøld, har ið tað er skynsamt, at stovnurin hevur egnan kassa ella peningastovnskontu.
1.1. Umsiting av gjaldføri landskassans
Hóast almennir stovnar o.tíl. hava fingið loyvi at hava egnan kassa og/ella peningastovnskontu, er talan um gjaldføri landskassans. Gjaldføri landskassans skal verða umsitið so skynsamt sum møguligt, herímillum verða rentað best møguligt, og tað merkir, at óneyðugt gjaldføri skal ikki liggja úti í kassum og peningastovnskontum hjá stovnum.
1.2. Rentuinntøkur av gjaldføri landskassans
Er talan um peningastovnskontu, skal ein møgulig rentuinntøka verða førd undir stovnsnummarinum fyri inntøkur landskassans (126301), tí stovnurin umsitur part av gjaldføri landskassans. Hevur stovnurin harafturímóti yvirdráttarrentu, eigur hann undir vanligum umstøðum sjálvur at bera tilikt tap.
1.3. Loyvi at hava egna gjaldføriskontu ella kassa
Sambært § 3, stk. 6, er tað Fíggjarmálaráðið, sum eftir tilmæli frá aðalráði stovnsins, tekur avgerð, hvørjir stovnar skulu hava sjálvstøðuga peningastovnskontu ella kassa, og Fíggjamálaráðið kann í hvørjum einstøkum føri gera ásetingar um loyvið.
Fíggjarmálaráðið hevur i fráboðan 15. juni 2000 givið Føroya Gjaldstovu heimild at taka avgerd um, hvørt stovnar skulu hava sjálvstøðugar peningastovnskontur og forskotskassa. Ein treyt fyri góðkenningini er, at sett verður eitt hámark fyri, hvussu nógv skal liggja í kassanum, ella hvussu ofta tað í minsta lagi skal verða flutt úr kassanum inn á peningastovnskontu hjá gjaldstovuni ella á peningastovnskontu, sum stovnurin hevur í Landsbankanum.
Hevur stovnurin fleiri inntøkur enn útreiðslur, skal hann avrokna tá ið saldan er munandi hægri enn kassahámarkið. Í nøkrum førum er tað skilagott, at stovnurin avroknar inntøkur inn á sína egnu peningastovnskontu.
Gjaldstovan kann áleggja stovnunum at flyta yvirskotsgjaldføri á peningastovnskontu hjá landskassanum.
Fíggjarmálaráðið, 25. november 2009
Jóannes Eidesgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge