Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. desember 2004Nr. 9002
Rundskriv um einsháttaðar gjaldstreytir fyri tað almenna og gjaldførisstýring
(Til almennar stovnar)
Rokningar fyri vørur og tænastur verða skrásettar við gjaldstreytum kontant, tá ið tær verða skrásettar í búskaparskipanini hjá landinum. Hetta merkir, at landið hevur ikki nakað yvirlit yvir, um farið verður út um avtalaðu gjaldsfreistirnar ella ikki. Sagt á annan hátt, hevur Fíggjarmálaráðið ikki nakað yvirlit yvir, hvussu góður gjaldari tað almenna er.
Sostatt er heldur eingin virkin stýring viðvíkjandi rættstundis gjaldingum ella trároyndslu av kredittíð veitarans.
Til tess at bøta um hesi viðurskifti hevur Fíggjarmálaráðið tí tikið støðu til, at sett verður í verk ein virkin gjaldførisstýring fyri vørur og tænastur til tað almenna.
Av hesi orsøk er umráðandi, at ásettar verða hesar alment galdandi gjaldstreytir:
1. at ein veitari nýtir somu orðingar um kreditttíðir millum stovnarnar, t.e. ein veitari hevur somu kredittveitingartreytir fyri Mentamálaráðið, Landssjúkrahúsið, Føroya gjaldstovu og Heilsufrøðiligu starvsstovuna, og
2. at kredittíðin er so mikið rúmlig, at hon í minsta lagi er 21 dagar. Hetta merkir, at orðingarnar t.d. kunnu vera: “gjaldsfreist 21 dagar frá fakturadegi”, “henda mánaðin + 21 dagar”.
Gjaldstovan er samskipandi liðurin í hesum arbeiði, og verða almennu kreditttreytirnar settar upp í Búskaparskipan landsins!
Um so er, at stovnarnir hava gjørt serligar avtalur, so eiga teir at ansa eftir, at tílíkar avtalur verða fylgdar: t.d. er standardsáttmálin ABF 92 grundarlagið undir eini semju millum Byggiharrasamtak Føroya (og harvið Landsverk) og Føroya Handverksmeistarafelag, har gjaldsfreistin er 15 arbeiðsdagar.
Gera stovnarnir serligar avtalur um gjaldsfreistir, so skulu teir sjálvir fylgja við, at hesar freistir verða skrásettar, tá ið kravið verður “góðkent” í skipanini.
Goldið skal sjálvandi verða rættstundis. Verður ikki goldið til ásettu tíðina, skal renta verða rindað frá gjaldkomudegi, um hesin er ásettur frammanundan hesum sambært rundskrivi frá Fíggjarmálaráðnum um rentu frá 19. mars 2003.
Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)