Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. november 2009Nr. 9002
Rundskriv um nýtslu av gjaldskorti og kredittkorti fyri landsstovnar
(Til aðalráðini)
1. Inngangur
Rundskrivið fevnir um gjaldkort og kredittkort hjá landsstovnum, og sum ávísur persónur kann brúka fyri stovnin.
Seinnu árini er nógv broytt, tá ið tað snýr seg um gjaldshátt, og tað er blivið alt meiri neyðugt, at stovnar fáa heimild at brúka gjaldkort (Visa). í summum førum ber als ikki til at gjalda uttan við gjaldkorti. Eisini hava stovnar seinnu árini útvegað kredittkort til starvsfólk síni at nýta í sambandi við t.d. uttanlandsferðing.
Niðanfyri verður greitt frá, hvørjar treytir eru galdandi, fyri at starvsfólk kann fáa gjaldkort og kredittkort stovnsins vegna. Tá ið gjaldkort ella kredittkort verður latið starvsfólki, skal heimildarváttan gerast um, hvussu gjaldkortið ella kredittkortið kann brúkast, og hvussu tað skal verða umsitið.
Heimildarváttanin verður undirskrivað av starvsfólki, ið fær latið gjaldkortið ella kredittkortið, og av stovnsleiðaranum. Eisini skulu treytirnar fyri at lata og brúka gjaldkort ella kredittkort viðgerast í fylgiskjali til roknskaparreglugerðina. í fylgiskjali 1 og 2 í hesum rundskrivi eru dømi um, hvussu heimildarváttan og fylgiskjal til roknskaparreglugerðina kann gerast.
2. Útflýggjan av gjaldkorti ella kredittkorti o.a.
Skipanin við gjaldkortum ella kredittkortum er, at bert navnið á persóni, sum kann brúka kortið, stendur á kortinum. Sum støðan er í dag, ber ikki eisini til at fáa sett navnið á stovninum á gjaldkortið ella kredittkortið, ið tað annars er ætlað til.
Tó rindar stovnurin stovningarkostnað, árligt gjald og møgulig onnur gjøld. Somuleiðis er tað stovnurin, sum hevur fíggjarligu ábyrgdina, um kortið verður misbrúkt. Men hann hevur sjálvsagt endurgjaldskrav mótvegis tí, sum hevur misbrúkt kortið.
Stovnsleiðarin skal meta um gjaldkortváðan ella kredittkortváðan í samanburði við tørv stovnsins, tá ið støða skal verða tikin til eina møguliga umbøn um gjaldkort ella kredittkort.
Neyðug góðkenning krevst frá Føroya gjaldstovu, áðrenn stovnur biður um gjaldkort ella kredittkort. Gjaldkortið ella kredittkortið skal verða skrásett á kontuni í Búskaparskipan landsins.
Fer starvsfólk, sum hevur gjaldkort ella kredittkort um hendi, úr starvi, ella er tørvur ikki longur á gjaldkorti ella kredittkorti, hevur stovnsleiðarin ábyrgdina av, at kortið verður ógildað og burturbeint. Somuleiðis skal peningastovnskonta verða gjørd upp og strikað. Føroya gjaldstova skal hava boð um hetta.
3. Heimildarváttan
Ein heimildarváttan skal verða gjørd av stovnsleiðaranum, tá ið gjaldkort ella kredittkort verður latið starvsfólkinum. Á henni skal greitt standa, hvat ið korteigarin (starvsfólkið) kann brúka kortið til, og hvat gjaldloftið skal verða fyri hvørja gjalding.
Starvsfólkið, sum fær latið kortið, og stovnsleiðarin, skulu skriva undir heimildarváttanina.
Í heimildarváttanini kunnu standa øll tey brúksøki, sum nevnd eru í pkt. 4 niðanfyri, ella tey verða avmarkað til ein part av teimum. Føroya gjaldstova og tann, sum heldur bókhald fyri stovnin, um tað er annar enn Føroya gjaldstova, skulu hava avrit av heimildarváttanini til eftirlitsnýtslu. Stovnurin goymir undirskrivaðu heimildarváttanina.
Hesi nýtslumál skulu verða viðgjørd í heimildarváttanini:
· Hvat kann kortið verða brúkt til
· Gjaldsloftið
· Leiðreglur fyri eftirliti og skráseting
Fylgiskjal 1 er dømi um, hvussu ein heimildarváttan kann verða gjørd.
4. Hvat kann gjaldkortið ella kredittkortið verða brúkt til
Gjaldkort kann bara verða brúkt til smærri innkeyp og gjaldingar, sum ikki eru hóskandi at avgreiða um Búskaparskipan landsins. Kredittkortið kann verða brúkt í sambandi við uttanlandsferðing. Víst verður eisini til pkt. 5 í roknskaparreglugerðini um “Umsiting av gjaldingum - kassi”. Tað eru nógvar avgreiðslur, sum ikki kunnu verða avgreiddar upp á borg, og aðrar, ið tað heldur ikki lønar seg at avgreiða upp á borg.
Gjaldkortið kann verða brúkt í sambandi við:
· Keyp um alnetið
· Flutningsútreiðslur sum t.d. hýruvogn í tænastuørindum her á landi
· Kontantgjald, tá ið pakkar verða tiknir út á posthúsi, til tollrindan o.t.
· Útreiðslur til frímerki
· Onnur smærri daglig keyp, sum vanliga verða goldin í hondina
Niðanfyri verður keyp um alnetið nærri viðgjørt.
4.1. Keyp um alnetið
Keyp við gjaldkorti um alnetið kann verða framt, um keypta vøran ella tænastan bara er at fáa um alnetið, ella um keypið verður munandi bíligari/betri um alnetið enn hjá einum “vanligum” veitara.
Meginreglan er, at goldið verður ikki, fyrr enn vøran er latin, og at eftirkannað er, at hon er í samsvari við umbønina. Á alnetinum er vanliga mannagongdin, at goldið verður frammanundan í sambandi við umbønina. Tí er eisini vandi fyri, at vøran, sum verður latin, ikki samsvarar við ta umbidnu vøruna, ella at hon als ikki verður latin. Tí eiga keyp um alnetið at verða avmarkað sum mest. Havt eigur eisini at vera í huga, hvør veitarin er, um hann er alment kendur og heiðurligur, ella hann er ókendur. Eisini er neyðugt at tryggja sær, at goldið verður um tryggar skipanin, t.d. SSL (Secure Socket Layer) ella HTTPS (Hypertext Transfer Protocol og hvar “S”-ið vísur til SSL)
5. Frágreiðing í roknskaparreglugerðini
Í roknskaparreglugerðini skal standa, um stovnur nýtir gjaldkort ella kredittkort, og tær treytir, stovnurin setur fyri, at starvsfólk kunnu fáa gjaldkort ella kredittkort stovnsins vegna, skulu verða viðgjørdar. Harumframt skal síggjast, hvør hevur ábyrgdina av kortinum, hvør hevur fingið útflýggjað gjaldkort, og hvussu kortið verður goymt, tá ið tað ikki verður brúkt. Í fylgiskjali 2 í hesum rundskrivi er uppskot um, hvussu nýtsla av gjaldkorti ella kredittkorti kann verða viðgjørd sum fylgiskjal til roknskaparreglugerðina.
Gjaldkortið skal verða stovnað á serstaka gjaldkortskontu, og tí kann tað ikki vera partur av rakstrarkontu, sum stovnurin hevur í peningastovni. Í roknskaparreglugerðini skal standa tann peningaupphædd, sum í mesta lagi kann vera á hesi kontu. Leiðbeinandi eigur peningahæddin ikki at fara upp um 10.000 kr. Meginreglan er eisini, at peningur als ikki eigur at verða fluttur inn á gjaldkortkontuna, fyrr enn allar gjaldingar við gjaldkortinum eru vorðnar avgreiddar og skrásettar í bókhaldinum.
Ikki er loyvt at taka reiðan pening út við gjaldkortinum, og kortið má heldur ikki verða brúkt til privata nýtslu. Gjaldkortið kann tó verða brúkt at taka út reiðan pening, tá ið endamálið við gjaldkorti og peningastovnskontu er at nýta hesi til áfylling á stovnskassan.
Í reglugerðini skal somuleiðis standa, hvussu arbeiðsgongdin við eftirliti og skráseting av útgjaldsskjølum, sum stava frá gjaldi við gjaldkorti ella kredittkorti, er løgd til rættis.
Í frágreiðingini skal eisini verða greitt frá, hvussu trygd verður veitt fyri, at bók-føringin fær neyðugu upplýsingarnar frá korteigaranum, hvørja ferð kortið verður brúkt. Bókhaldið og kassin skulu góðkenna allar útgjaldingar og hava eftirlit við gjaldkortskontuni ella kredittkortkontuni og stemma hana av.
Jóannes Eidesgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)
Fylgiskjal 1
Vegleiðandi dømi um, hvussu heimildarváttan kann verða gjørd.
Heimildarváttan
1.
Kortseigarin hevur heimild at brúka tað gjaldkort, sum stovnurin hevur latið honum, til smærri keyp og gjaldingar, sum ikki eru hóskandi at gjalda um Búskaparskipan landsins. Kortið kann verða brúkt í sambandi við:
(Vísandi til pkt. 4 í hesum rundskrivinum eigur her at verða ásett nær, korteigarin kann brúka gjaldkortið ella kredittkortið, og møguliga eisini ein gjøllari útgreining).
Hvørt kortgjald kann í mesta lagi verða xxx kr.
Tað er bert loyvt at taka reiðan pening út við kortinum, tá ið talan er um kassaáfylling á stovnskassan, og kortið má ikki verða brúkt til privata nýtslu.
Kredittkort kann bert verða brúkt í sambandi við ferðaútreiðslur, serliga uttanlandsferðing.
2.
Korteigarin skal geva bókhaldinum upplýsingar um hvørja kortgjalding, so til ber hjá bókhaldinum at skráseta tær allar.
Á upplýsingunum skal standa: gjaldsupphæddin, endamálið við útreiðsluni, og hvussu útreiðslan skal verða skrásett. Upplýsingamar skulu vera góðkendar í samsvari við stovnsins reglur um góðkenning, sum ásettar eru í roknskaparreglugerðini.
Eisini skal bókhaldið hava kontuavrit frá peningastovni ella atgongd um heimagreiðsluna til eftirlitsnýtslu.
3.
Verður gjaldkortið ella kredittkortið mist burtur ella stolið, skal korteigarin (t.e. starvsfólkið) uttan drál geva kortfelagnum, stovninum og Føroya gjaldstovu boð um hetta.
4.
Korteigarin váttar við undirskrift síni at kenna tær treytir, sum eru ásettar í rundskrivi um nýtslu av gjaldkorti ella kredittkorti, og treytirnar í hesi heimildarváttan.
Stað og dagfesting
Stovnsins navn Korteigari
Undirskrift Undirskrift
Fylgiskjal 2
Vegleiðandi dømi um, hvussu gjaldkort ella kredittkort kann verða nýtt.
Nýtsla av gjaldkorti
Stovnurin letur gjaldkort til teirra, sum við jøvnum millumbili gera smærri keyp og gjaldingar, ið ikki hóska at gjalda um Búskaparskipanir landsins.
Tá ið gjaldkort verður latið, skal samstundis verða gjørd ein heimildarváttan um, hvat ið starvsfólkið kann brúka kortið til. Starvsfólkið, sum fær latið kortið, og stovnsleiðarin, skulu skriva undir heimildarváttanina.
Tað er bert loyvt at taka reiðan pening út við gjaldkortinum til áfylling á stovnskassan, og kortið má ikki verða brúkt til privata nýtslu.
Tann sum fær gjaldkort, hevur ábyrgdina av at handfara tað við skynsemi og halda skil á, at skrásetingamar av gjaldingum fara fram so skjótt, sum til ber. Tá ið kortið ikki verður brúkt, skal tað verða goymt á tryggum staði á stovninum.
Gjaldkort er latið:
(Fornavn og eftirnavn á teimum, sum hava fingið gjaldkort. Eisini skal standa, hvat kontunummar í peningastovninum gjaldkortið hevur og mest loyvda upphædd, sum kann standa á kontuni).
Nýggjur peningur skal ikki verða settur á kontuna, fyrr enn allar gjaldingar við gjaldkortinum eru avgreiddar og skrásettar í bókhaldinum. Stovnsleiðarin kann í serligum førum geva undantaksloyvi.
Hvørja ferð gjaldkortið hevur verið brúkt, skal korteigarin geva [navni á persóni við ávísingarheimild] neyðugar upplýsingar í sambandi við ávísingar av útgjaldinum. Bæði [navni á persóni við ávísingarheimild] og korteigarin skulu vátta útgjaldsávísingina, og hvussu útreiðslan verður skrásett í bókhaldinum. [navni á bókhaldara] hevur ábygdina av, at allar gjaldkortskontur verða stemmaðar av eina ferð um mánaðin. Persónur, sum hevur fingið gjaldkort, hevur ábyrgdina av at veita fullgott prógv um, hvat gjaldingarnar eru brúktar til.
Um [navni á bókhaldara] kemur eftir, at kortseigarin ikki umsitur gjaldkortið nóg skynsamt, og at hann t. d. ikki kann prógva nóg væl, hvussu útreiðslurnar eru brúktar, so hevur [navni á bókhaldara] skyldu at boða stovnsleiðaranum frá hesum viðurskiftum. Stovnsleiðarin fremur tá hóskandi atgerðir, ið kunnu vera, at viðkomandi persónur missir tað gjaldkortsloyvi, ið stovnurin gav honum. Sama er galdandi um kortið verður misbrúkt, t. d. til privata nýtslu, farið verður upp um mest loyvda upphædd fyri hvørja flyting ella trot er á kortinum.
Nýtsla av kredittkorti
Stovnurin kann lata kredittkort til teirra, sum javnan ferðast uttanlands í ørindum fyri stovnin.
Tá ið kredittkort verður latið, skal sastundis verða gjørd ein heimildarváttan um, hvat ið starvsfólkið kann brúka kortið til. Starvsfólkið, sum fær latið kortið, og stovnsleiðarin, skulu skriva undir heimildarváttanina.
Kortið má ikki verða brúkt til privata nýtslu.
Tann sum fær kredittkort, hevur ábyrgdina av at handfara tað við skynsemi og halda skil á, at skrásetingarnar av gjaldingum fara fram so skjótt, sum til ber. Tá ið kortið ikki verður brúkt, skal tað verða goymt á tryggum staði á stovninum.
Kredittkort er latið:
(Fornavn og eftirnavn á teimum, sum hava fingið kredittkort. Eisini skal standa, hvat kontunummar í peningastovninum kredittkortið hevur og mest loyvda upphædd, sum kann standa á kontuni).
Nýggjur peningur skal ikki verða settur á kontuna, fyrr enn allar gjaldingar við gjaldkortinum eru avgreiddar og skrásettar í bókhaldinum. Stovnsleiðarin kann í serligum førum geva undantaksloyvi.
Hvørja ferð kredittkortið hevur verið brúkt, skal korteigarin geva [navni á persóni við ávísingarheimild] neyðugar upplýsingar í sambandi við ávísingar av útgjaldinum. Bæði [navni á persóni við ávísingarheimild] og korteigarin skulu vátta útgjaldsávísingina, og hvussu útreiðslan verður skrásett í bókhaldinum. [navni á bókhaldara] hevur ábygdina av, at allar kredittkortskontur verða stemmaðar av eina ferð um mánaðin. Persónur, sum hevur fingið kredittkort, hevur ábyrgdina av at veita fullgott prógv um, hvat gjaldingarnar eru brúktar til.
Um [navni á bókhaldara] kemur eftir, at kortseigarin ikki umsitur kredittkortið nóg skynsamt, og at hann t. d. ikki kann prógva nóg væl, hvussu útreiðslurnar eru brúktar, so hevur [navni á bókhaldara] skyldu at boða stovnsleiðaranum frá hesum viðurskiftum. Stovnsleiðarin fremur tá hóskandi atgerðir, ið kunnu vera, at viðkomandi persónur missir tað kredittkortsloyvi, ið stovnurin gav honum. Sama er galdandi um kortið verður misbrúkt, t. d. til privata nýtslu, farið verður upp um mest loyvda upphædd fyri hvørja flyting ella trot er á kortinum.