Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. juni 2017Nr. 9004
Rundskriv um tíðaravmarkað loyvi at skjóta grágæs sambært lóg um fuglaveiðu
Við heimild í § 17, stk. 3 í løgtingslóg nr. 27 frá 9. sept. 1954 um fuglaveiðu v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 29. mai 2017, verður ásett:
1. Endamál
1.1. Sambært løgtingslóg um fuglaveiðu v.m. verða mannagongdir lýstar fyri at veita loyvi til at skjóta grágæs, sum hava sett seg á velt lendi.
2. Loyvi at skjóta grágæs
2.1. Búnaðarstovan kann veita umsøkjara, sum hevur grundaðar trupulleikar av, at grágæs seta seg á størri velt lendi, tíðaravmarkað loyvi at skjóta grágæs.
2.2. Loyvið skal latast til ávísan persón og ikki til eitt felag. Sama er galdandi, tá loyvishavin letur rætt sín víðari til ávíst heimildarfólk.
2.3. Loyvið at skjóta skal latast fyri eitt ávíst tíðarskeið, sum ikki røkkur út um 31. mai 2020.
2.4. Loyvið kann avmarkast til ávís tíðarskeið á árinum, tá ið trupulleikin er størstur, og til teir partar av landinum, har trupulleikarnir eru staðfestir.
2.5. Búnaðarstovan kann seta treytir við loyvinum, sí nr. 4.
2.6. Loyvið at skjóta grágæs verður ikki latið, um talan er um almenn frílendi, lendi kring bygningar í bygdum øki og onnur smærri jarðarstykki í ella uttan fyri bygd øki.
3. Umsókn um loyvi at skjóta grágæs
3.1. Tá søkt verður um loyvi at skjóta grágæs, skal umsøkjari nýta umsóknarblað, sum Búnaðarstovan hevur gjørt til endamálið.
3.2. Umsøkjari skal lýsa velta lendið og grundgeva fyri, hvussu stórur trupulleikin er.
3.3. Lendið skal lýsast við vídd og matrikulnummari. Eisini skal upplýsast, um talan eitt nú er um nýveltan, nýsáddan ella friðaðan bø.
3.4. Trupulleikin kann eitt nú lýsast við tali av fuglum, títtleika og longd á tíðarskeiði, har grágæs seta seg á velta lendið.
4. Treytir við loyvinum at skjóta grágæs
4.1. Ikki er loyvt at skjóta grágæs, sum liggja á eggum ella ganga við ófloygdum ungum.
4.2. Ikki er loyvt at nýta lokkufuglar at fáa gæs at seta seg á bøin.
4.3. Loyvishavarin skal regluliga og við árslok lata Búnaðarstovuni fráboðan um tal av skotnum grágásum, umframt nær og hvar gæsnar eru skotnar.
4.4. Loyvishavarin kann við millumbilum verða álagdur at senda skotnar grágæs til kanningar.
4.5. Búnaðarstovan kann seta aðrar treytir, sum antin av landbúnaðarligum, lívfrøðiligum ella øðrum orsøkum verða mettar rímiligar fyri at røkka endamálinum við lógini.
5. Eftirlit við loyvinum at skjóta grágæs
5.1. Búnaðarstovan og løgreglan hava eftirlit við, at løgtingslógin, rundskrivið og treytirnar í loyvinum at skjóta grágæs, verða hildnar.
5.2. Brot á treytir í loyvinum hava við sær, at Búnaðarstovan kann taka aftur loyvi at skjóta grágæs frá loyvishavanum. Afturtøkan kann hava gildi fyri styttri ella longri tíðarskeið.
6. Revsing
6.1. Brot á lógina ella treytir í loyvinum, verða annars revsað eftir ásetingunum í 5. bólki í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.
7. Gildiskoma
7.1. Hetta rundskriv kemur í gildi 7. juni 2017 og fer úr gildi aftur tann 1. juni 2020.
Hetta rundskriv kemur í staðin fyri reglugerð Fiskimálaráðsins dagfest 12. juni 2014 um tíðaravmarkað loyvi at skjóta grágæs sambært lóg um fuglaveiðu.
Fiskimálaráðið, 6. juni 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)