Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 29-10-1988
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

29. oktober 1988Nr. 134

Løgtingslóg um umhvørvisvernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2008

1. kapittul

Endamál v.m.

 § 1. Við hesi lóg er ætlanin at:

1)   fyribyrgja og minka um dálking av luft, vatni og jørð,

2)   fyribyrgja og minka um larmvansar,

3)   fyribyrgja dálking við burturkasti og fremja endurnýtslu,

4)   fáa til vega heilsufrøðiliga grundaðar reglur av týdningi fyri umhvørvið og

5)   fáa til vega tað neyðturviliga fyrisitingarliga grundarlagið fyri ráðleggingini og tiltøkunum móti dálking.

 2. stk. Lógin skal serliga nýtast til at tryggja teir eginleikar í ytra umhvørvinum, ið eru av týdningi fyri heilsufrøðiligu og rekreativu lívskorunum hjá menniskjum og fyri varðveiting av einum fjøltáttaðum djóra- og plantulívi.

 § 2. Lógin fevnir um alt virki, haðani føst, flótandi ella luftvorðin evni, ristingar, geisling, ljós og óljóð kunnu elva dálking av luftini jørðini, áum, vøtnum ella føroyska sjóøkinum.

 2. stk. Lógin fevnir harumframt um virki, ið viðvíkur vandafullum tilgongdum umframt goymslu og flutning av evnum við vandamiklum eginleikum, so at rakstrartarn ella óhapp kunnu føra við sær hóttandi vanda fyri dálking sum nevnd í 1. stk.

 § 3. Tann, ið ætlar at byrja virki sum nevnt í § 2, skal velja eitt slíkt stað at útinna hetta, at vandin fyri dálking verður avmarkaður so væl sum til ber.

 2. stk. Tá staðið skal veljast, skal ansast eftir, hvussu økið er háttað íroknað verandi og ætlaðar komandi nýtslur, eisini við atliti til hóskandi burturtøku av spillvatni og øðrum burturkasti.

 3. stk. Tann, ið útinnir ella ætlar at byrja virki sum umrøtt í § 2, skal fremja tær til fyribyrgingar og forðingar av dálkingini neyðugu atgerðir og leggja til rættis rakstur virkisins á ein slíkan hátt, at virkið í minst møguligan mun elvir dálking.

2. kapittul

Vanligar reglur og heilsufrøðiligar staðfestingar.

 § 4. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um burturkast, djórahald, skaðadjór, skaðaplantur og onnur viðurskifti, tá ið hetta er neyðugt við atliti til fyribyrgingar og basing av óheilsufrøðiligum viðurskiftum ella týðandi ampum fyri umhvørvið.

 2. stk. Í reglunum verða gjørdar heilsufrøðiliga grundaðar ásetingar um svimjivatn og svimjistrendur, svimjihyljar og svimjihallir, kampingpláss, matstovur og onnur støð, har eitt størri tal av fólki kemur saman.

 3. stk. 1) Í reglunum kann landsstýrismaðurin geva boð um ábøtur á ella møguligt bann mótvegis øðrum virksemi enn tí, ið nevnt er í fylgiskjalinum til lógina, sbr. § 26, um so er, at hetta hevur við sær óheilsufrøðiliga avleiðing ella týðandi ampa fyri umhvørvið.

 § 5. Bý- og/ella bygdarráðið skipar eina virkna niðurberjing av rottum.

 2. stk. Eigarar av føstum ognum hava skyldu at fremja slíkar atgerðir til vernd av ognum teirra og reinføri á hesum, at livilíkindi hjá rottum í ognum verða avmarkað í mesta mun.

 3. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um niðurberjing av rottum og um skyldur grundeigaranna eftir 2. stk. Í hesum sambandi kunnu reglur ásetast um:

1)   uppgávur bý- og/ella bygdarráðsins í sambandi við týning av rottum.

2)   at fólk ella virkir, ið starvast við rottutýning, skulu vera løggild,

3)   at bý- og/ella bygdarráðið hevur møguleika fyri at geva boð um at fremja tær atgerðir, ið nevndar eru í 2. stk.

4)   møguleikar bý- og/ella bygdarráðsins at lata tær atgerðir, ið nevndar eru í 2. stk., verða framdar fyri rokning tess, ið ábyrgdina hevur, samanber § 37, 1. stk.

5)   fremjing av rottutýning innan ávís avmarkað øki við serligum hættum við tí endamáli at royna evni ella týningarhættir.

 4. stk. 1) Bannað er at ala villar rottur uttan serligt loyvi frá landsstýrismanninum.

 § 6. 1) Í teimum reglum, ið ásettar verða sambært § 4 og § 5, verður gjørt av, í hvønn mun landsstýrismaðurin kann samtykkja forskriftir um neyvari stýring av teimum málum, sum reglurnar fevna.

 2. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann harumframt í teimum reglum, ið verða ásettar eftir §§ 4 og 5, gera ásetingar um møguleikar landsstýrismansins at krevja inn gjøld.

 § 7. 1) Landsstýrismaðurin kann at fyribyrgja dálking áseta reglur um:

1)   dálking frá virkjum, útbúnaði, maskinum, reiðskapi, brenniútbúnaði og flutningstólum,

2)   innrætting, rakstur og viðlíkahald av teimum virkjum v.m., ið nevnd eru í nr. 1,

3)   reinleika og nýtslu av evnum,

4)   at ávísur útbúnaður, maskinur, reiðskapur og flutningstól skulu verða av góðkendum slagi, og

5)   vandamiklar tilbúningar og goymslur og flutningur av evnum við vandamiklum eginleikum, sum nevnt í § 2, 2. stk.

§ 8. 1) Landsstýrismaðurin kann fyri at fyribyrgja dálking, har hetta hevur týdning fyri umhvørvisverndina, áseta reglur um bann ella avmarking fyri innflutningi, nýtslu ella sølu av ávísum evnum, um so er, at hesi kunnu ætlast at vera til skaða fyri umhvørvið.

§ 9. 1) Landsstýrismaðurin kann gera ásetingar um krøv um dygd á yvirflatuvatni, luft, jørð, strondum og vøtnum eins og um markvirði fyri óljóði, ristingum og geislingum.

 § 10. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at útbúnaður, tól, her uppi í mátitól, ið ætlaði eru til nýtslu í sambandi við basing av dálking, skulu vera av góðkendum slagi.

§ 11. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at ætlanir um vega- og havnagerðir skulu leggjast fyri landsstýrismaðurin, áðrenn farast kann undir arbeiðið.

 2. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um tey mørk fyri óljóði, ið galda skulu fyri bygging, ið er viðkvom fyri óljóði nærhendis ferðslukervi.

3. kapittul

Vernd av vatnveitingaráhugamálum.

 § 12. 1) Landsstýrismaðurin kann fyri vatnveitingarvirki, ið tekur vatn frá áum, løkum, keldum ella vøtnum, skipa eitt verndarøki, har ikki er loyvt at reka vinnulívsvirki, stovnar, kampingpláss ella tílíkt ella kunnu verða goymslur fyri evni, ið kunnu dálka vatnveitingarvirki.

 2. stk. 1) Landsstýrismaðurin skal bera so í bandi, at tað, ið lagt verður undir verndarøki, verður tinglýst á avvarðandi ogn við prioriteti frammanfyri øll onnur rættindi í ognini.

 3. stk. Verður eftir hetta álagt ognaranum at broyta ella at steðga verandi viðurskifti, skal endurgjald verða latið. Endurgjaldið kann verða minkað ella fella burtur, um so er, at viðurskiftið ikki er lógligt, hóskandi ella ráðiligt. Spurningurin um endurgjald verður, um so er, at semja ikki fæst, avgjørdur av metingarnevndini sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954. § 13, 3. og 4. stk. verða nýtt samsvarandi.

 4. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann seinni gera broytingar í verndarøkinum og góðkenna einstøk viðurskifti, ið bannið sambært 1. stk. fevnir um.

§ 13. 1) Landsstýrismaðurin kann geva tey boð ella seta tey bann, ið neyðug eru til tess at tryggja, at áir, løkir, keldur ella vøtn, ið nýtt verða av vatnveitingarvirkjum, ikki dálkast vatnveitingini at bága, heruppií við nýtslu hjá djórum at drekka, vask ella tílíkt. Landsstýrismaðurin kann gera av, at ikki er loyvt at fiska ella sigla í slíkum áum, vøtnum ella brunnum, ella at hetta bert má henda eftir nærri ásettum treytum.

 2. stk. Spurningurin um, hvørt endurgjald skal verða goldið orsakað av einum boðum ella forboði sum nevnt í 1. stk., verður avgjørdur av metingarnevndini eftir umbøn frá tí, ið boðið ella bannið er stílað til. Boð ella bann viðvíkjandi lógligum verandi viðurskiftum, her uppi í lógligari nýtslu og goymslu av taðingarevnum, garðyrki og skógvirksemi kann tó bert verða sett mótvegis fullum endurgjaldi, um so er, at ikki annað er galdandi sambært øðrum rættarreglum.

 3. stk. Endurgjald eftir 2. stk. verður rindað av teimum brúkarum av vatninum, ið hava fyrimun av banninum ella boðnum. Tá ið avvarðandi kommuna ikki longu sum ein avleiðing av hesum skal lata endurgjaldið, kann metingarnevndin, um atgerðin verður mett at hava týdning fyri ein størri part av íbúgvarum kommununnar, taka avgerð um, at kommunan heilt ella lutvíst skal rinda endurgjaldið.

 4. stk. Endurgjaldskravið skal verða lagt fyri metingarnevndina innan 4 vikur eftir, at boðið ella forboðið er sett avvarðandi.

§ 14. 1) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur viðvíkjandi viðgerðini av málum sambært §§ 12-13, heruppií viðvíkjandi at kalla inn ognarar og brúkarar, hvørs áhugamál metast at verða nomin, til fundar, áðrenn áseting av verndarøkjum sambært § 12.

4. kapittul

Vernd av omanávatni.

 § 15. Einki, ið kann dálka vatnið, má verða leitt í áir, løkir, vøtn, strond ella føroyskt sjóøki ella goymast so nær hesum, at vandi kann verða fyri, at tað kann skolast út í hesi. Tó kann sambært § 16 loyvið verða givið um, at spillvatn verður veitt í áir, løkir, vøtn, strond ella føroyskt sjóøki.

 2. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um ella taka avgerð um, at evni í serligum førum kunnu verða leidd í ári, løkir, vøtn, strond ella føroyskt sjóøki. Eisini kann landsstýrismaðurin geva loyvi til, at tað í eini avmarkaðari tíð og við vísindaligum endamáli verða settar í verk royndir við kemiskum evnum í omanávatni.

§ 16. 1) Loyvi til, at spillvatn verður leitt til áir, løkir, vøtn, strond ella føroyskt sjóøki sbrt. § 15, 1. stk., verður givið av landsstýrismanninum.

 § 17. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um viðgerð av málum eftir §§ 18-25, herímillum í hvønn mun avvarðandi ognarar og myndugleikar við fundum ella á annan hátt skulu takast við í fyrireikingum av ætlanum viðvíkjandi reinsiverkum. Landsstýrismaðurin kann eisini áseta reglur um, hvørji krøv, ið setast skulu til reinsing av spillvatni, til ætlanir viðvíkjandi spillvatni og til kommunalar ætlanir fyri reinsiverkum.

 § 18. Kommunan skal gera eina heildarætlan um, hvussu spillvatnið í kommununi skal fáast burtur. Ætlanin skal innihalda upplýsingar um:

1)   verandi og ætlað kloakeringsøki og reinsingaratgerðir,

2)   hvørji verk, ið ætlanin er at fáa til vega við atgerðum frá kommununi, og hvørji, ið ætlanir annars eru um at fáa til vega, og

3)   nær ætlanirnar viðvíkjandi teimum ymisku verkunum eru ætlaðar at verða gjørdar og verkini greidd úr hondum.

 2. stk. 1) Ætlanin skal saman við broytingum og uppískoytum til hana verða løgd fyri landsstýrismaðurin til góðkenningar. Landsstýrismaðurin kann áleggja kommununi at gera uppskot til partaætlanir saman við uppskoti til broytingar og uppískoyti til eina góðkenda ætlan.

 3. stk. 1) Um so er, at ognararnir av í minsta lagi helvtini av teimum bygdu ognunum í einum øki, ið sambært uppskot kommununnar til eina ætlan sambært 1. stk. sum fyritreyt hevur kloakering, mótmæla hesum, tekur landsstýrismaðurin upp samráðingar við kommununa um spurningin.

 4. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann eftir samráðing við tær kommunalu samskipanirnar áseta nærri reglur um innihaldið av ætlanum kommununnar, herímillum um felagskommunalar ætlanir og reglur um útvegan av ætlanum og broyting og um samanhangið við kommunuætlanini.

 § 19. Um uppskotið til eitt verk, ið sambært eini ætlan sum nevnt í § 18 skal fáast til vega av ognarunum, ikki kann ætlast at verða komið innan ta tíðaráseting, ið nevnd er í ætlanini, skal kommunan gera uppskotið og kann eftir hetta áleggja ognarunum at fremja verkið innan eina ávísa freist.

 § 20. 1) Hevur ein kommuna ikki innan ta tíðaráseting, ið er ásett í eini ætlan sum nevnt í § 18, gjørt ella skipað fyri gerð av einum verki, ið er upptikið í ætlanina, kann landsstýrismaðurin áleggja kommununi at gera verkið ella at fáa hetta gjørt innan eina ásetta freist.

 2. stk. 1) Fer kommunan út um eina freist, ið ásett er sambært 1. stk., kann landsstýrismaðurin fáa verkið gjørt fyri kommununnar rokning.

§ 21. 1) Um eitt spillvatnsfrálop ikki virkar umhvørvisliga forsvarligt, kann landsstýrismaðurin krevja, at neyðuga umbøtingin ella endurnýggjanin av frálopinum verður framd.

 2. stk. 1) Kann ikki verða bøtt um dálkingina, ella verða krøv sambært 1. stk. ikki fylgd, kann landsstýrismaðurin banna framhaldandi nýtslu.

 3. stk. Tá ið atgerðir eru bráðneyðugar til tess at forða álvarsamari dálking ella spjaðing av dálkingini, kann forboð verða lýst beinanvegin.

§ 22. Útreiðslurnar við gerð, rakstri og viðlíkahaldi av almennum og felags privatum spillvatnreinsiverkum, her uppi í útreiðslurnar til felags leiðingar, avskerandi leiðingar, reinsiverk, ognartøkur og nýtsluavmarkingar, verða at rinda og býta sambært reglur, ið kommunan ásetir, samanber tó § 23.

 2. stk. Í reglum sambært 1. stk. kann kommunan áseta avgjøld fyri tøming og burturtøku av evju og spillvatni frá húsatangum og samlitangum til hússpillvatn.

§ 23. 1) Verður ósemja millum avvarðandi kommunur, kann landsstýrismaðurin taka avgerð um gerð og býting av útreiðslum til felags kommunal spillvatnreinsiverk. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis gera standardsamtyktir, reglugerðir og tílíkt.

 2. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur viðvíkjandi at leiða spillvatn til almenn og privat spillvatnreinsiverk.

§ 24. 1) Landsstýrismaðurin kann í serligum førum veita stuðul til partvísa rindan av byggiútreiðslunum í sambandi við spillvatnreinsiverk.

 2. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann somuleiðis veita stuðul til partvísa rindan av útreiðslunum til menning av ætlanum, ið væntandi kunnu fáa avgerandi týdning sum lið í at basa dálkingini av áum, løkum, vøtnum ella føroyskum sjóøki.

 § 25. 1) Landsstýrismaðurin kann krevja eitt mál um útstykking freistað, til avgerð er tikin um spillvatnfrálopið.

5. kapittul

Serliga dálkandi virkir v.m.

 § 26. Fyritøkur, virkir ella útbúnaðir, ið eru at finna í fylgiskjalinum til lógina, mugu ikki verða gjørd ella farin undir, fyrr enn góðkenning er givin til slíkt. Nevndu fyritøkur, virkir ella útbúnaðir mugu ikki víðkast ella broytast byggifrøðiliga ella rakstrarliga á ein hátt, ið nertir við dálkingarviðurskifti virkisins, fyrr enn víðkanin ella broytingin er góðkend.

 2. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann gera broytingar í fylgiskjalinum.

 3. stk. 1) Fyritøkur, virkir ella útbúnaðir, sum í fylgiskjalinum eru merkt við eini stjørnu, kunnu av landsstýrismanninum verða undantikin skylduni til góðkenning, tá tað metir, at tann dálking, ið virkið, fyritøkan ella útbúnaðurin vil kunna elva, hevur minni týdning fyri umhvørvið.

 § 27. 1) Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, at verandi fyritøkur, virkir ella útbúnaðir av teimum sløgum, ið eru nevnd í fylgiskjalinum, innan nærri ásetta freist skulu søkja um góðkenning, uttan mun til, um tey verða víðkað ella broytt.

§ 28. 1) Landsstýrismaðurin kann krevja av einstøkum fyritøkum, virkjum ella útbúnaðum, ið ikki eru nevnd í fylgiskjalinum, at tey innan eina nærri ásetta freist søkja um góðkenning sambært §§26-27, tá ið mett verður, at serligur tørvur er á tí.

 § 29. 1) Avgerð um góðkenning sambært §§ 26-28 verður tikin av landsstýrismanninum.

 § 30. Saman við umsókn um góðkenning sambært §§ 26-28 skulu verða hjálagdar neyðugar ætlanir, tekningar og frágreiðingar, ið gera ætlanina skilliga, umframt ein tilskilan av slagnum og nøgdini av ætlaðu ella verandi dálkingini. Tilskilast skal, hvørjar atgerðir verða framdar við tí endamáli at minka um hesa dálking.

 § 31. Góðkenning sum nevnt í §§ 26-28 skal innihalda áseting av teimum umstøðum, ið lagdar eru til grund fyri góðkenningina, her uppi í støðu av fyritøkuni, virkinum ella útbúnaðinum á føstu ognini, og tær atgerðir, ið virkið hevur sagt frá, at tað vil fremja ímóti dálking.

 2. stk. Í góðkenningini skulu verða nevndar ásettu treytirnar viðvíkjandi stovnsetan og rakstri virkisins.

 3. stk. Góðkenningin kann tíðaravmarkast.

§ 32. 1) Verða treytirnar fyri eini góðkenning brotnar, sbr. §§ 26-28, kann landsstýrismaðurin banna framhaldandi rakstri.

 § 33. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur viðvíkjandi góðkenningarskipanini.

 § 34. 1) Elva fyritøkur, virkir ella útbúnaðir av teimum sløgum, ið nevnd eru í fylgiskjalinum til lógina, dálking, ið ikki verður mett at verða uttan týdning, kann landsstýrismaðurin geva boð um, at bøtandi atgerðir verða framdar.

 2. stk. 1) Ber ikki til at tálma dálkingini, ella verða boð sambært 1. stk. brotin, kann landsstýrismaðurin banna framhaldandi rakstri og møguliga krevja fyritøkuna, virkið ella útbúnaðin burtur.

 3. stk. Tá ið atgerðir eru bráðneyðugar til tess at forða týðandi dálking ella spjaðing av dálkingini, kann forboð verða lýst beinanvegin.

 4. stk. Í 5 ár eftir at loyvið er givið sambært §§ 26-28 kann bert verða givið boð ella forboð eftir 1. og 2. stk., um so er at:

1)   nýggjar upplýsingar eru komnar fram um dálkingarskaðaárin,

2)   dálkingin elvir umhvørvislig skaðaárin, ið ikki kundu síggjast frammanundan, tá ið góðkenningin varð givin, ella

3)   dálkingin í aðrar mátar verður størri enn hon, ið góðkenningin varð givin eftir.

 5. stk. 1) Tá ið meira enn 5 ár eru gingin eftir góðkenningina, kann landsstýrismaðurin broyta treytirnar í hesi, tá ið tað er umhvørvisliga grundað, ella um betri reinsingarhættir ella minni dálkandi framleiðsluhættir eru komnir fram.

5 a. kapittul

Avmarking av inn- og útflutningi,nýtsla o.a. av evnafrøðiligumevnum 1) 2)

§ 34 a. Tá tað verður mett neyðugt fyri at tryggja, at evnafrøðilig evni ella framleiðslur ikki hava við sær vanda fyri heilsuna ella hava við sær skaða á umhvørvið, kann landsstýrismaðurin taka avgerð ella áseta reglur um avmarking í og forboð móti sølu, inn- og útflutningi og nýtslu av ávísum evnafrøðiligum evnum og framleiðslum ella evnafrøðiligum evnum og framleiðslum við nærri ásettum eginleikum. Í hesum sambandi kunnu m.a. krøv verða sett til reinleikan hjá hesum evnum og til styrkina av teimum evnum, sum eru partur av einari evnafrøðiligari framleiðslu.

Stk. 2. Tá tað verður mett neyðugt fyri at tryggja, at aðrar vørur enn tær, sum eru nevndar í stk. 1, ikki hava við sær vanda fyri heilsu ella hava við sær skaða á umhvørvið, kann landsstýrismaðurin taka avgerð ella áseta reglur um innihald í vørum ella forboð ímóti ella í hvønn mun, vørur mugu lata frá sær ávís evnafrøðilig evni ella framleiðslur. Á sama hátt kann landsstýrismaðurin taka avgerð ella áseta reglur um innihaldið í einari vøru, ella um og í hvønn mun vørur mugu lata frá sær evnafrøðilig evni ella framleiðslur við nærri ásettum eginleikum.

Stk. 3. Eftir somu treytum sum í stk. 2 kann landsstýrismaðurin taka avgerð um ella áseta nærri reglur um, at vøra, ið inniheldur ella letur frá sær evnafrøðilig evni ella framleiðslur, ikki má verða seld ella nýtt til ávís nærri ásett endamál. Á sama hátt kann landsstýrismaðurin taka avgerð ella áseta reglur um, at ávís evnafrøðilig evni ella framleiðsla ikki mugu verða seld uttan umbiðingarseðil frá eftirlitsmyndugleikanum til ávís nærri tilskilað endamál.

§ 34 b. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, at til evnafrøðilig evni, framleiðslur ella vørur skal brúkaraleiðbeining fylgja við. Í hesum sambandi kunnu krøv verða sett til m.a. tilevning og innihald í brúkaraleiðbeiningini, herundir krav um, at leiðbeiningin skal verða góðkend av landsstýrismanninum ella tí, ið landsstýrismaðurin hevur heimilað til tess.

Stk. 2. Í brúkaraleiðbeiningunum eftir stk. 1 kunnu verða ásettar bindandi reglur um nýtslu, varðveitslu og burturbeining av evninum, framleiðsluni ella vøruni.

§ 34c. Tá atlitið at umhvørvisvernd annars talar fyri hesum, kann landsstýrismaðurin, uttan at treytirnar í § 34a eru loknar, taka avgerð ella áseta nærri reglur um avmarkingar í, ella forboð móti nýtslu ella sølu av teimum í § 34a nevndu evnum, framleiðslum ella vørum.

Stk. 2. Sølu- ella nýtsluforboð eftir stk. 1 kann verða sett, um annað evni, framleiðsla ella vøra ella háttalag við sama nýtsluøki kann koma í staðin, sum í týðandi mun avmarkar álkingina í sambandi við framleiðsluna, brúkið ella burturbeiningina av viðkomandi evni v.m., ella sum annars í týðandi mun kann vera við til at bøta um møguleikan at nýta reinari tøkni.

Stk. 3. Treytin fyri at seta søluavmarkingar ella søluforboð eftir stk. 1 er harafturat, at tey evni, framleiðsla ella vøra, sum sambært stk. 2 skal koma í staðin, samanumtikið kann koma í staðin uttan munandi meirkostnað fyri fyritøkurnar og brúkararnar.

§ 34 d. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um skyldu at gera og lata myndugleikunum frágreiðingar og upplýsingar um ymisk evni o.a., herundir skráseting av nýtslunøgdum og skráseting av útlátshagtølum, skráseting og merking av ávísum evnum í virkjum. Harumframt kann landsstýrismaðurin áseta reglur um, at einkultpersónar, feløg og almennir myndugleikar, ið hava tílík evni um hendi, skulu lata inn stakroyndir og aðrar upplýsingar um hesi evni, umframt frágreiðingar um í hvønn mun hesi evni verða brúkt, eins og onnur viðurskifti.

§ 34 e. Í sambandi við forboð móti sølu ella nýtslu eftir § 34a kann landsstýrismaðurin áleggja framleiðara ella innflytara fyri egnu rokning at afturkalla evnið, framleiðsluna ella vøruna frá sølufólki ella brúkara.

6. kapittul

Myndugleikarnir.

 § 35. 1) Landsstýrismaðurin hevur yvireftirlitið við, at lógin og tær við heimild í lógini ásettu reglur verða hildnar.

 2. stk. 1) Landsstýrismanninum verður heimilað við kunngerð at leggja eftirlits- og umsitingaruppgávur tess eftir hesi lóg út til kommunu ella kommunufelagsskapir. Um hvørki kommunan einsæris ella kommunalur felagsskapur eru førir fyri at átaka sær at umsita lógina á staðnum, kann landsstýrismaðurin leggja eftirlits- og umsitingaruppgávurnar til ávísan landsstovn ella landsstovnar.

§ 35 a.2) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjald fyri endurrindan av útreiðslum, sum myndugleikar hava í sambandi við umsiting og eftirlit eftir lógini.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta krøv um gjald fyri viðgerð av umsóknum og veitan av góðkenningum og loyvum eftir lógini.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at útreiðslur, sum myndugleikin hevur av kanningum, ráðgevaraveitingum, heruppií tænastum frá øðrum myndugleikum, tænastuferðum o.t., verða endurrindaðar eftir rokning.

7. kapittul

Eftirlit.

 § 36. 1) Landsstýrismaðurin ansar eftir

1)   at lógin og tær reglur, ið ásettar eru við heimild í lógini, verða hildnar,

2)   at avgerðir um boð ella forboð verða lýddar, og

3)   at treytir ásettar í sambandi við góðkenningar og loyvi verða hildnar.

 § 37. Um boð ella forboð verða ikki lýdd innan ásettu freist, kann myndugleikin, ið hevur eftirlitið sambært § 36 (eftirlitsmyndugleikin), lata atgerðina verða framda fyri rokning tess, ið ábyrgdina hevur. Útreiðslur verða bornar av avvarðandi ogn.

 2. stk. Tá ið atgerðir eru bráðneyðugar til tess at forða álvarsamari dálking ella spjaðing av dálkingini fremur eftirlitsmyndugleikin tað, ið neyðugt er uttan boð og fyri rokning tess, ið ábyrgdina hevur. Ásetingin í 1. stk. 2. pkt. verður nýtt á sama hátt.

 3. stk. 1) Løgreglan er eftirlitsmyndugleikanum til hjálpar við fremjingini við heimildum sambært 1. og 2. stk., tá ið vandi er fyri álvarsamari dálking. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um hetta.

 4. stk. Ásetingarnar í 1.-3. stk. verða nýttar á sama hátt, tá eftirlitsmyndugleikarnir geva boð um, at ólóglig viðurskifti verða steðgað.

§ 38. Verður eftirlitsmyndugleikin, sbr. §§ 36-37, varugur við ólóglig viðurskifti, skal hann steðga hesum uttan so, at talan er um slík, sum skilliga hava lítið at siga.

 2. stk. Er eitt dálkandi virki byrjað uttan góðkenning ella loyvi ella ímóti galdandi avgerðum um bann ella ásettum treytum, kann eftirlitsmyndugleikin krevja fyritøkuna, virkið ella útbúnaðin burtur.

§ 39. 1) Landsstýrismaðurin, stovnar ella fólk, ið av landsstýrismanninum hava fingið litið upp í hendur at gera kanningar, og landslæknin hava atgongd til almennar og privatar ognir at fáa til vega upplýsingar til nýtslu viðvíkjandi avgerðum sambært lógini ella reglum, gjørdar við heimild í hesi lóg.

 2. stk. Løgreglan er myndugleikunum til hjálpar eftir reglunum sambært 1. stk. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um hetta.

 3. stk. Lógváttan skal verða sýnd, verður tað kravt.

§ 40. 1) Tann, ið ábyrgdina hevur av viðurskiftum ella útbúnaðum, ið elva kunnu dálking, skal eftir umbøn frá landsstýrismanninum lata allar upplýsingar, her uppi í viðvíkjandi fíggjarligum og roknskaparligum viðurskiftum, ið týdning hava fyri metingina av dálkingini og fyri møguligum bøtandi atgerðum.

 2. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann áleggja avvarðandi at fremja kanningar ella at lata royndir av tilfari v.m., ið nýtt ella viðgjørt verður av avvarðandi, og av møguligum burturkastevnum.

 § 41. Tann, ið ábyrgdina hevur fyri viðurskiftum ella útbúnaðum, ið elva kunnu dálking, skal beinanvegin geva eftirlitsmyndugleikunum boð, føra rakstrartrupulleikar ella óhapp við sær týðandi dálking ella ber í sær vanda fyri slíkari.

 2. stk. Boð sambært 1. stk. elva onga avmarking í skyldu hansara, ið ábyrgdina hevur, at fáa avleiðingarnar av rakstrartupulleikanum ella óhappinum forðaðar ella fyribyrgdar á munagóðan hátt.

 § 42. 1) Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við dálkingarstøðuni.

 § 43. 1) Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur viðvíkjandi fremjingini av virksemi eftirlitsmyndugleikanna.

 § 44. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um skráseting av virkjum.

 § 45. 1) Landsstýrismaðurin kann áleggja Umhvørvisstovuni at taka upp spurningar, her uppi í ítøkilig mál, viðvíkjandi umhvørvisvernd til viðgerðar og avgerðar.

 § 46. 1) Landsstýrismaðurin kann broyta treytirnar fyri einum virki ella loyvi við atliti til at bøta um eftirlit virkisins við egnari dálking (egið eftirlit) ella við atliti til at fáa til vega eitt betri hóskandi eftirlit. Ásetingar í boðum kunnu á sama hátt verða broyttar.

8. kapittul

Starvsstovur.

 § 47. 1) Landsstýrismaðurin kann geva privatum starvsstovum løggilding at takast við ávísar starvsstovuuppgávur sambært hesa lóg.

 2. stk.1) Starvsstovur, ið eru løggildar, skulu nýta tey gjøld, háttaløg og virkisfyriskipanir, ið ásettar verða av landsstýrismanninum.

 3. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri løggildisskipanina.

9. kapittul

Kortlegging og planlegging.

 § 48. 1) Landsstýrismaðurin kann í samstarvi við kommununa fremja eina kortlegging av óljóðinum í kommununi.

 2. stk. Kortlegging sambært 1. stk. skal fevna um skráseting av einstøku keldunum til óljóð innan kommununa og eina meting av óljóðinum, ið keldurnar elva umhvørvinum.

§ 49. 1) Landsstýrismaðurin fremur við stuðuli frá kommununum eina kortlegging av dálkingarstøðuni og trýsti frá teimum einstøku dálkingarkeldunum á áir, løkir, vøtn og partar av føroyskum sjóøki.

 § 50. 1) Landsstýrismaðurin kann eftir samráðing við kommunalu myndugleikarnar fremja eina kortlegging av luftdálkingini, her uppi í eina kortlegging av dálkingarkeldunum og eina ætlan um luftdygdina.

 § 51. 1) Landsstýrismaðurin kann eftir samráðing við kommunalu myndugleikarnar áseta nærri reglur um kortlegging eftir §§ 48-50 og um fremjing av hesi.

 § 52. Kortleggingin sambært §§ 48-50 skal verða ein stuðul undir planleggingini sambært hesum kapitli og undir lands- og kommunuplanlegging.

 § 53. 1) Við kortleggingini eftir § 49 sum grundarlagi ger landsstýrismaðurin eina ætlan fyri góðskuna av vatnøkjunum í landinum. Henda góðskuætlan skal innihalda:

1)   endamið fyri vatngóðskuni í áum, løkum, vøtnum og partar av sjónum nær strondini.

2)   frágreiðing um tær fyritreytir um verandi og ætlaðu spillvatnsfrálopini, ið eru grundarlag undir ásettu endamiðunum,

3)   áseting av, nær ásettu endamiðini og tey dygdarkrøv, ið hoyra til hesi, eru treytaði at ganga út, og

4)   meting av fíggjarligu avleiðingum ætlaninnar.

 2. stk. 1) Dygdarætlanin skal av landsstýrismanninum verða send til avvarðandi kommunur, áðrenn ætlanin verður samtykt. Setur ein kommuna fram mótmæli innan eina av landsstýrismanninum ásetta freist viðvíkjandi avleiðingum ætlaninnar fyri hesa kommunu, kann landsstýrismaðurin ikki samtykkja ætlanina endaligt, fyrr enn semja er fingin í lag millum kommununa og landsstýrismaðurin um neyðugu broytingarnar í ætlanini. Ber ikki til at fáa semju, verður spurningurin avgjørdur av landsstýrismanninum.

 3. stk. Dygdarætlanin má ikki ganga ímóti landsplanleggingini.

 § 54. 1) Við kortleggingini eftir §§ 48-50 sum grundarlagi ger landsstýrismaðurin eftir samráðing við kommunurnar eina ætlan fyri støðu av virki v.m., har vegna fyribyrging av dálking serlig støðukrøv mugu ásetast. Ætlanin skal fevna um økir til ídnaðar- og útbúningarvirkir og til spillvatnreinsiverk og burturkastfyritøkur.

 2. stk. Ætlanin eftir 1. stk. skal hava støði í umhugsni fyri viðkvæmi umhvørvisins viðvíkjandi dálking og umhugsni mótvegis framtíðar nýtslumøguleikum einstøku økjanna.

 3. stk. Ætlanin má ikki stríða ímóti landsplanleggingini.

§ 55. 1) Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at landsstýrismaðurin sum lið í landsplanleggingini skal fáa til vega fyribils kanningar og metingar av teimum umhvørvisligu avleiðingunum í sambandi við gerð av størri einstøkum virkjum. Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at gerast skal ein meting av ymiskum støðumøguleikum fyri slík virkir.

 2. stk. Tann, ið søkir um at seta eitt virki á stovn sum nevnt í 1. stk., skal veita stuðul í sambandi við at kanningarnar og metingarnar verða framdar.

Burturkast.

 § 56. 1) Landsstýrismaðurin ger í samstarvi við kommunurnar eina kortlegging av fyribeiningini av burturkastinum. Kortleggingin skal fevna um skráseting av innsavningini, flutninginum, viðgerðini og endaskipan, her uppi í endurnýtslu av burturkastinum. Við kortleggingini sum støði ger landsstýrismaðurin eftir samráðing við kommunurnar eina frágreiðing viðvíkjandi fyribeiningini av burturkastinum.

 2. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann eftir samráðing við kommunalu myndugleikarnar áseta nærri reglur fyri uppgávum kommununnar sambært 1. stk.

 § 57. 1) Landsstýrismaðurin ger eftir samráðing við kommunalu myndugleikarnar eina ætlan um fyribeining av burturkasti. Ætlanin skal innihalda upplýsingar um:

1)   verandi og ætlaðar skipanir fyri kelduskiljing, innsavning, flutningi, viðgerð og endaviðgerð, her uppi í endurnýtslu, av burturkastinum,

2)   avmarking av teimum økjum, haðani burturkastið verður flutt til einstøku viðgerðar- og goymsluútbúnaðirnar,

3)   endamið fyri sundurbýting av burturkastinum á ymiskar viðgerðar- og fyribeiningarhættir,

4)   nær tær ætlaðu skipanirnar eru treytaðar at seta í verk, og

5)   kostnað og fígging í sambandi við fremjing ætlaninnar.

 2. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann gera av, at nærri ásettar fyritreytir skulu verða støði undir planleggingini eftir 1. stk., og áseta reglur um hetta.

 3. stk. 1) Landsstýrismaðurin ásetir reglur um burturkastskipanir, her uppi í skipanir fyri vinnulívsburturkast, urtagarðsburturkast og byggiburturkast v.m., og

1)   reglur um skyldu kommunurnar at ávísa burturbeiningarmøguleikar fyri burturkasti frá virkjum, ið ikki koma undir slíkar skipanir,

2)   reglur um skyldu virkjanna at nýta gjørdar skipanir ella ávístar burturtøkumøguleikar.

 4. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann taka avgerð ella áseta reglur um skyldur kommununnar at stovna ella fara upp í felagskommunalar fyritøkur innan økir viðvíkjandi fyribeining av burturkasti og um støðuna hjá slíkum felagskommunalum fyritøkum.

 5. stk. Avgjøld kunnu ásetast til rindan av útreiðslum til kortlegging og planlegging viðvíkjandi burturkasti, til burturkastskipanirnar og í sambandi við tær annars í 3. og 4. stk. umrøddu atgerðir og fyritøkur.

§ 58. 1) Ein ætlan eftir § 57 má ikki ganga ímóti landsplanleggingini ella stevnumiðum ásettum av landsstýrismanninum eftir § 57, 2. stk.

Felags ásetingar.

 § 59. 1) Landsstýrismaðurin kann, eftir samráðing við kommunalu myndugleikarnar, áseta nærri reglur um innihaldið av planleggingini eftir §§ 53, 54 og 57 og reglur um tíðarmørk og framferð í sambandi við at fáa ætlanirnar til vega og um broyting, her uppi í um sambandið við lands- og kommunuplanleggingina.

10. kapittul

Avgerðir í umhvørvisverndarmálum.

 § 60. Avgerðir eftir hesi lóg skulu fráboðast skrivliga til tann ella tey, sum varða av. Tá ið stundislig tiltøk eru kravd at fyrbyrgja álvarsliga dálking ella avmarking av dálking, kunnu boð ella forboð gevast munnliga. Ein munnlig avgerð skal skjótast gjørligt eisini fráboðast skrivliga.

 2. stk. Fráboðan um tiknu avgerðina skal samstundis gevast landslæknanum og øðrum avvarðandi myndugleikum. Eisini skulu privatpersónar, sum mugu ætlast at hava einstaklinga, týðandi áhuga fyri at fáa kunning um avgerðina, hava skrivliga frásøgn um hana. Frásøgn til nevndu privatpersónar kann møguliga gerast við almennari lýsing. Við fráboðan um góðkenning eftir §§ 26-28 skal almenn lýsing altíð verða framd.

§ 61. Ein avgerð, ið fráboðað verður skrivliga, skal tilskila tær meginætlanir, ið hava ligið til grund fyri avgerðini.

 § 62. Ein avgerð skal geva upplýsing um, til hvønn myndugleika avgerðin kann verða kærd, og freistina fyri hesum.

 § 63. Í boðum og forboðum skal tað við avgerðina vera ásett ein freist at fylgja avgerðini. Í teimu førum, ið nevnd eru í § 60, 1. stk., har stundislig tiltøk eru kravd, kann verða avgjørt, at avgerðin skal fylgjast alt fyri eitt.

 § 64. Áðrenn avgerð verður tikin um boð ella forboð, skal móttakarin hava skrivliga frásøgn og kunnast við, at hann hevur rættindi til málsinnlit og til at bera síni sjónarmið fram. Móttakarin eigur í hesum sambandi at fáa áheitan um at veita upplýsingar, ið kunnu lýsa kostnað, fyrimunir og vansar við avgerðini.

 2. stk. Frásøgn sum nevnd í 1. stk. kann verða frávikin, um stundislig avgerð er kravd, ella um frásøgn eyðsýnd kann ætlast at vera óneyðug.

§ 65. Ásetingarnar í § 63 og § 64, 1. stk. verða ikki nýttar til fráboðan um at seta steðg fyri ólógligum viðurskiftum.

11. kapittul

Kæra.

 § 66. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, avgerðin er fráboðað avvarðandi. Í føri, har almenn lýsing er gjørd, verður kærufreistin roknað frá almannakunngeringini, uttan mun til nær møgulig einstaklinga frásøgn er framd, smb. § 60. Er kærufreistin farin ein leygardag ella halgidag, verður kærufreistin longd til næsta gerandisdag.

 § 67. Ein kæra setur steðg fyri einum boði ella forboði til avgerð frá kærumyndugleikanum fyriliggur ella til kærumyndugleikin avger annað.

 2. stk. Tann myndugleiki, ið tekur avgerðina um boð ella forboð, kann kortini, tá serligar orsøkir eru fyri tí, samstundis við boðnum ella forboðnum avgera, at tað skal fylgjast uttan mun til kæru. Um henda avgerð verður kærd, skal boðið ella forboðið fylgjast, til kærumyndugleikin avger annað.

 3. stk. Byggi- og tilgerðararbeiði, ið neyðug eru til tess at gera nýtslu av einum loyvi ella góðkenning, kunnu ikki verða sett í verk innan kærufreistin eftir § 66 er farin. Verður góðkenning ella eitt loyvi kært, áðrenn kærufreistin er farin, kann byggi- og tilgerðararbeiði ikki setast í verk, áðrenn avgerð kærumyndugleikans er fingin ella kærumyndugleikin gevur loyvi til byrjan.

 4. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at 3. stk. ikki er galdandi fyri ávís smærri sløg av byggi- og tilgerðararbeiðum.

§ 68. Kæra verður fingin tí myndugleika, sum hevur tikið avgerðina. Hesin sendir kæruna til kærumyndugleikan saman við tilfarinum, sum hevur ligið til grund fyri málsviðgerðina.

 § 69. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at avgerðir, ið minni týdning hava fyri umhvørvisverndina, ikki skulu kunna kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

12. kapittul

Kæra til Umhvørvisstovuna.

 § 70. 1) Avgerðir hjá kommunalum myndugleikum, ið hava fingið eftirlits- og umsitingarmyndugleika frá landsstýrismanninum sambært hesi lóg kunnu kærast til Umhvørvisstovuna.

 2. stk. Avgerðir eftir § 22 kunnu bert kærast í tann mun, ið tað viðvíkur rættarligum spurningum.

 3. stk. 1) Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni kunnu kærast til landsstýrismannin.

 § 71. Avgerðir hjá kommunum kunnu kærast av

1)   tí, sum avgerðin er stílað til,

2)   landslæknanum og

3)   einum og hvørjum, ið kann ætlast at hava týðandi seráhugamál í málsúrslitinum.

13. kapittul

Revsi- og gildisreglur v.m.

 § 72. 1) Er ikki harðari revsing ásett sambært lóggávuni annars, verður revsaður við bót tann, sum

1)   brýtur § 15, 1. stk.

2)   lýðir ikki forboð ella boð eftir § 12, 1. ella 4. stk., § 13, 1. stk., § 21, § 32, § 34, §§ 34a-34e ella § 38, 2. stk.

3)   heldur ikki treytir, ið settar eru við loyvi eftir § 15, 2. stk., ella § 16 ella fyri góðkenning eftir §§ 26-28.

4)   ger, fer undir ella rekur virki uttan góðkenning eftir § 26,

5)   letur vera við at biðja um góðkenning eftir § 26 ella § 28,

6)   gevur ikki upplýsingar, fremur ikki kanningar ella gevur ikki royndir eftir § 40 ella fráboðar sum nevnt í § 41,

7)   gevur ikki fráboðan, sum ásett í reglum ásettum eftir § 44,

8)   ger byggi- og tilgerðararbeiði ímóti § 67, 3 stk. ella

9)   heldur ikki treytir tengdar at loyvi eftir § 67, 3. stk.

 2. stk. Revsingin kann herðast til hefti ella fongsul í upp til 1 ár, um brotið er framt við vilja ella av grovum ósketni, og um tað við brotinum er

1)   voldur skaði á umhvørvið ella elvdur vandi fyri hesum, ella

2)   fingin ella ætlaður peningaligur fyrimunur fyri viðkomandi ella onnur, her uppi í við sparing.

 3. stk. 1) Í reglum, sum ásettar verða við heimild í § 4, § 5, § 6, §7, § 10, § 15, 2. stk., § 17, § 23,§§ 34a-34e og § 57, 3 stk. kann ásetast revsing við bót. Somuleiðis kann ásetast, at revsingin kann herðast til hefti ella fongsul upp til 1 ár undir somu umstøðum sum nevndar í 2. stk.

 4. stk. Fyri brot, sum gjørd verða av partafeløgum, lutafeløgum ella tílíkum, kann felagnum verða áløgd bót. Er brotið gjørt av kommunu ella kommunalum felagsskapi, kann kommununi ella kommunala felagsskapinum verða áløgd bót.

 5. stk. Verður ikki lagt hald á vinning, sum fingin er við broti á hesa lóg ella tær við heimild í lógini ásettu reglur, verður við áseting av bótini, herundir eykabót, serliga at hava í huga støddir á peningaliga vinninginum ella ætlaða peningaliga vinninginum sbr. 2. stk. nr. 2.

 6. stk. Fyrningarfreistin fyri revsiábyrgd er 5 ár fyri brot v.m., sum nevnd eru í 1. stk. nr. 1, 2, 3 og 4.

§ 73. Málini verða viðgjørd sum løgreglumál. Rættarmeðalin í rættargangslógarinnar kapitlum um at leggja hald á og rannsókn kunnu nýtast í sama mun sum í statsadvokatmálum.

 § 74. Myndugleikar og persónar, sum útinna uppgávur eftir lógini, eins og hvør, sum annars veitir stuðul til hetta, hevur tagnarskyldu eftir § 152 og 264 b í borgarligu revsilógini.

 § 75. 1) Landsstýrismaðurin ásetir, nær lógin fær gildi.

§ 76. Hesar lógarreglur verða settar úr gildi, smb. tó § 77

1)   ll. nr. 38 frá 5. juli 1973 um heilsusamtyktir,

2)   ll. nr. 40 frá 1. juni 1961 um oyðing av rottu.

 2. stk. 1) Landsstýrismanninum verður heimilað at seta úr gildi § 1, 4. stk. í lóg nr. 95 frá 14. apríl 1893, sum broytt við ll. nr. 22 frá 1. mai 1973.

 3. stk. 1) Landsstýrismanninum verður heimilað at seta úr gildi §§ 9 og 10 í lóg nr. 169 frá 18. mai 1937.

 4. stk. Uppgávur, sum sambært aðrari lóggávu verða røktar av heilsunevndini, verða lagdar undir kommunustýrið, um ikki annað verður ásett.

 § 77. Reglur, ásettar við heimild í lógunum nevndar í § 76, verða verandi í gildi til nýggjar reglur eru komnar í staðin við heimild í hesi lóg.

 2. stk. Avgerðir tiknar eftir teimum reglum, ið nevndar eru í § 76, hava gildi, til tað við heimild í lógini ella reglum ásettum við heimild í lógini verður tikin nýggj avgerð. Brot á slíkar avgerðir verður revsað sambært higartil galdandi reglum.

Listi yvir fyritøkur, virkir og útbúnaðir, ið koma undir kapittul 5 í umhvørvis-verndarlógini.

A. Framleiðsla og tilevning úr jarni, stáli ella metali.

 1.   Metalstoypivirkir

 2.   Fyritøkur og virkir til yvirflatuviðgerð av evnum úr jarni, stáli ella metali.

 3.   Stálskipasmiðjur og flótidokkir.

 4.   Maskinverksmiðjur og maskinverkstaðir.*

 5.   Ílatsverksmiðjur og rørverksmiðjur.

 6.   Ravmagnstøknligar fyritøkur.*

 7.   Ravløðuverksmiðjur.

B. Nám og tilevning av steini, koli og tílíkum.

 1.   Glarullsverksmiðjur og steinullsverksmiðjur.

 2.   Grótbrot.

 3.   Sementstoypivirkir og betongblandivirkir.

 4.   Fyritøkur til framleiðslu av postalíni, glaraðari leirvøru ella leirvørum.*

 5.   Kolanám.

C. Nám og viðgerð av steinolju, steinoljuúrdráttum, asfalti, náttúrgassi og koli.

 1.   Virkir til tilgerð av asfalti og virkir til framleiðslu av vegtilfari.

 2.   Virkir til reinskan ella oyðing av spillolju ella øðrum burturkasti av reinsivirkisúrdráttum.

 3.   Goymslurúm við flótandi gassi (kolbrintu).*

 4.   Goymslur við steinolju ella flótandi steinoljuúrdráttum.*

D. Evnafrøðilig framleiðsla v.m.

 1.   Goymsla við lívrunnum ella ólívrunnum frumevnafrøðiligum evnum.

 2.   Sápuverksmiðjur, vaskievnisverksmiðjur og reingerðarevnisverksmiðjur.

 3.   Litverksmiðjur og lakkverksmiðjur.

 4.   Ljósmyndaídnaður og ljósmyndastarvsstovur.*

 5.   Fyritøkur til at lata burtur úr ella pakka evnafrøðilig evni ella úrdráttir, sbr. D. 1-3.

 6.   Fyritøkur til kroysting og tæðrabrynjing av plastvørum og plastálegging.

 7.   Verksmiðjur til framleiðslu av skúmplasti og øðrum polymerum tilfari.

E. Tilvirking av planturávørum.

 1.   Træverjuvirkir.

 2.   Rotatións-, offset-, silki- og bókprentsmiðjur.*

 3.   Pappírsvøruverksmiðjur, pappdósverksmiðjur.*

 4.   Sagverk, virkir til framleiðslu av finérplátum ella fipurplátum, møblaverksmiðjur og maskinsnikkaravirkir.*

 5.   Gummivøruverksmiðjur.*

 6.   Klædnablikingarvirkir og klædnalitingarvirkir.

 7.   Vevstovur, spunavirkir, klædnaverksmiðjur og snørisvirkir.*

 8.   Reinsarí og vinnuliga rikin vaskarí.

 9.   Fyritøkur til viðgerð ella tilgerð av fóðurevnum.

10.  Heilsølubakarí (her uppi í breyðverksmiðjur).

11.  Bryggjarí og sodavatnsverksmiðjur.

F. Tilvirking av rávørum úr djórum.

 1.   Sláturvirki og kjøtvirki.*

 2.   Kjøtfóðurverksmiðjur (fyribeiningarstøðir) og beinmjølaverksmiðjur.

 3.   Garvarí og onnur skinnvirki.*

 4.   Virkir til reinsingar av djórafitievnum.

 5.   Mjólkavirkir, fyritøkur til framleiðslu av osti ella ostapulvuri umframt konsumísverksmiðjur og turrmjólkarverksmiðjur.

 6.   Margarinverksmiðjur.

 7.   Fyritøkur til framleiðslu av fiskaúrdráttum.*

 8.   Virkir til turking ella knúsing av skeljum.

 9.   Fóðurevnisverksmiðjur.

10.  Leðurvøruverksmiðjur.

G. Goymsla, varðveitsla ella viðgerð av burturkasti annars.

 1.   Virkir til goymslu ella varðveitslu av burturkasti, her uppi í tyrvingarstøð, ruskdungar og serligar goymslur til evju ella ilsku, móttøkumiðstøð ella móttøkupláss til oljuburturkast ella evnafrøðiligt burturkast umframt ruskbrennistøðir.

 2.   Virkir til viðgerð ella tilvirking av burturkasti, her uppi í spillvatnsreinsiverk, uppskipingarmiðstøðir, knúsivirki, plantuleivdarvirki og bilupphøggingarpláss.

H. Orku- og hitaframleiðsla.

 1.   Orkuverk og hitaframleiðandi virkir.*

 2.   Vindmyllur.*

I. Virkir fyri motorakfør og onnur flutningstól.

 1.   Motorbreytir og prutlbreytir umframt koyritøknilig virkir, afturlatnir venjingarvøllir undantiknir, ið einans verða nýttir til koyrifrálæru.

 2.   Floghavnir og flogvøllir.

 3.   Bilhús og pláss til koyriamboð í samband við arbeiðstakara- ella bileigarafyritøkur, her uppi í støð (støðlar) hjá bussum. Bjargingarstøðir.*

 4.   Fyritøkur og virkir til veitingar ella umvælingar av motorakførum – prutl undantikin – tá hesar fyritøkur ella virki fremja yvirflatuviðgerð við liti ella lakki.*

J. Djórahald og goymsla ella viðgerð av húsdjóratøðum.

 1.   Flogfenaðargarðar.*

 2.   Felddjóragarðar.*

 3.   Svínahald.

 4.   Fiskaaling.

K. Aðrar fyritøkur.

 1.   Skotvøllir.

(*) Sí grein 26, 3. stk.

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 14. mai 2008, har § 1 er soljóðandi: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis verður danski teksturin settur úr gildi.”

 

2) Broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2008.