Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. juni 1987Nr. 72
Kunngerð um reglur fyri arbeiðsumhvørvisráðið
Við heimild í § 38, stk. 3, í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Endamálið hjá Arbeiðsumhvørvisráðnum er at geva arbeiðsmarknaðinum høvi til at ávirka tey tiltøk, sum skulu gerast fyri at fáa eitt heilsugott og trygt arbeiðsumhvørvi.
2. stk. Ráðið skal ráðgeva landsstýrinum í spurningum innan arbeiðsumhvørvi, heilsu- og sosialmál, tekniskar spurningar, útbúgving og onnur mál av felags áhuga fyri arbeiðsumhvørvið.
3. stk. Ráðið skal gera uppskot til lógir, kunngerðir og reglur innan arbeiðsumhvørvi og gera tilmæli í tulkingarspurningum, tá hesir taka seg upp á arbeiðsmarknaðinum viðvíkjandi trygd, heilsuvanda v.m.
4. stk. Ráðið hevur heimild til av sínum eintingum at taka til viðgerðar spurningar innan øki, sum nevnd eru í hesi § og lata landsstýrinum tilmæli í slíkum málum.
§ 2. Ráðið kann seta arbeiðsbólkar at viðgera ávísar spurningar og ávís mál. Formaður ráðsins hevur heimild til, um tørvur er á hesum, at taka sakkøna hjálp í samband við viðgerð av ávísum málum.
§ 3. Formaðurin boðar við minst 7 daga freist til fundar við upplýsing um dagsskrá. Um 3 av limunum skrivliga ynskja tað, skal fundur haldast.
2. stk. Ráðið er viðtøkuført, um formaðurin og 4 av hinum limunum eru møttir.
3. stk. Avgerðir ráðsins verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta.
§ 4. Fundarfrágreiðingar og avgerðir verða førdar í gerðabók, sum verða undirskrivaðar av limunum, ið eru á fundi.
2. stk. Er ikki semja í ráðnum, hevur meirilutin rætt til at fáa sína serstøðu førda í gerðabókina.
§ 5. Ráðslimirnir hava tagnarskyldu við tí, teir fáa at vita sum limir í ráðnum, samanber § 152 í revsilógini, og sum eftir síni náttúru ikki eigur at verða borið víðari.
§ 6. Fyrisitingarútreiðslur ráðsins verða goldnar av játtanini á fíggjarlógini til Arbeiðseftirlitið, eins og Arbeiðseftirlitið veitir ráðnum neyðuga hjálp til skriviarbeiði o.a. Samsýningar til ráðslimir skulu góðkennast av landsstýrinum.