Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mai 2008Nr. 19
Løgtingslóg um marknaðarføring, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 2. mai 2022
Kapittul 1
Endamál og lógarøki
Góður marknaðarføringssiður
§ 1. Tey, ið smbrt. § 2 eru umfatað av hesi lóg, skulu sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál.
Stk. 2. 1) Marknaðarføring, sum viðvíkur búskaparligu áhugamálunum hjá brúkarunum, skal ikki kunna nýtast til týðiliga at avlaga teirra búskaparligu atferð.
Lógarøkið
§ 2. Lógin er galdandi fyri privat vinnuvirksemi og alment virksemi, umframt fyri vinnuvirksemi hjá áhugafeløgum og felagsskapum, í tann mun vørur og tænastur verða bjóðaðar út á marknaðinum.
Stk. 2. 1) 2) §§ 1 og 3, § 12 a, § 13, stk. 3 og 6, nr. 1 verða ikki nýttar fyri fíggjarfyritøkur í tann mun, reglur eru gjørdar á teimum viðkomandi økjunum við heimild í lov om finansiel virksomhed ella løgtingslóg um tryggingarvirksemi.
Stk. 3. 1) § 13, stk. 2 og 4 og §§ 15 og 16 verða ikki nýttar fyri fíggjarfyritøkur.
Kapittul 2
Almennar reglur um atferð á marknaðinum
Villleiðandi og óhóskandi marknaðarføring
§ 3. 1) Tað er ikki loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burturúr týðandi upplýsingar, um tær kunnu nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferðina hjá brúkarunum ella øðrum vinnurekandi á marknaðinum.
Stk. 2. 1) Marknaðarføring, sum vegna innihald, form ella framferðarhátt er villleiðandi, ágangandi ella ávirkar brúkarar ella vinnurekandi á óhóskandi hátt, og sum kann nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferð teirra, er ikki loyvd.
Stk. 3. 1) Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur fyri marknaðarføring, sum undir øllum umstøðum verður mett at vera órímilig í brúkaraviðurskiftum.
Lýsingaidentifikasjón
§ 4. Ein lýsing skal vera soleiðis háttað, at lýsingin týðiliga verður uppfatað sum ein lýsing, uttan mun til hvønn form lýsingin hevur, og hvørjum miðli lýsingin verður borin fram í.
Stk. 2. Heimilað verður landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um, hvat ið skal skilmarkast sum ein lýsing ella eitt lýsingablað, umframt onnur viðurskifti viðvíkjandi lýsingaidentifikasjón.
Viðkomandi vinnu- og brúkarafeløg skulu hava slíkar reglur til ummælis, áðrenn tær verða settar í gildi.
Samanberandi lýsingar
§ 5. Einhvør sølulýsing, sum beinleiðis ella óbeinleiðis vísir til ein kappingarneyta, ella til vørur ella tænastur, sum ein kappingarneyti bjóðar út, er samanberandi.
Stk. 2. Samanberandi lýsing, sbrt. stk. 1, er loyvd eftir hesi lóg, um samanberingin
1) ikki er villleiðandi,
2) viðvíkur vørum ella tænastuveitingum, sum nøkta sama tørv ella hava sama endamál,
3) er objektiv og samanber ein ella fleiri ítøkiligar og viðkomandi eginleikar, sum kunnu skjalprógvast, og sum eru umboðandi fyri hesar vørur ella tænastuveitingar, herundir eisini prísin,
4) ikki elvir til bland millum lýsara og kappingarneyta ella millum vørumerki, fyritøkunavn, onnur sereyðkenni, vørur, tænastur ella onnur viðurskifti hjá ávikavist lýsara og kappingarneyta,
5) ikki skapar misálit á ella lítismetir kappingarneyta ella vørumerki, fyritøkunavn, onnur sereyðkenni, vørur, tænastur ella onnur viðurskifti hjá kappingarneyta,
6) fyri framleiðslur við upprunamerking í hvørjum einstøkum føri viðvíkur vørur ella tænastur við somu upprunamerking,
7) ikki fær sær fyrimunir av tí umdømi, sum fylgir við vørumerki, fyritøkunavni, ella øðrum sereyðkennum hjá kappingarneyta, ella upprunamerking hjá framleiðslum, ið kappast verður við og
8) ikki lýsir eina vøru ella tænastu sum eina eftirgerð ella eitt avrit av eini vøru ella tænastuveiting, sum er umfatað av einum vardum vørumerki ella fyritøkunavni.
Stk. 3. 1) (Strikað).
Óumbidnar áheitanir til ávísar móttakarar
§ 6. Tað er ikki loyvt í vinnuvirksemi at senda út lýsingar, ella á annan hátt at marknaðarføra, við elektroniskum samskifti so sum telduposti, sms, mms ella líknandi, sjálvvirkandi uppkallingarskipan, telefaxi ella telefon, uttan so, at móttakarin frammanundan hevur biðið um hetta.
Stk. 2. Stk. 1 er ikki galdandi, tá ein vinnurekandi í sambandi við sølu av vøru ella tænastu frá kundanum hevur fingið upplýst hansara teldupostbústað. Tá er loyvt vinnurekandi at marknaðarføra egnar vørur ella tænastur samsvarandi teimum, kundin hevur keypt, á upplýsta teldupostbúðstaðinum. Hetta er tó treytað av, at kundin til eina og hvørja tíð hevur møguleika fyri, ómaksleyst og ókeypis, at biðja seg undan hesum, bæði í sambandi við at hann letur tí vinnurekandi teldupostbústaðin, og tá hann seinni fær áheitanir frá tí vinnurekandi.
Stk. 3. 3) (ikki sett í gildi) Ikki er loyvt vinnurekandi at venda sær til ein ávísan fysiskan persón við øðrum fjarsamskiftishættum við ætlan um sølu, sum nevnt í stk. 1, um viðkomandi mótvegis tí vinnurekandi hevur biðið seg undan hesum; um tað stendur á einum lista hjá Landsfólkayvirlitinum, at viðkomandi hevur biðið seg undan áheitanum av slíkum marknaðarføringsligum slagi; ella um tann vinnurekandi eftir, at hann hevur hugt í Landssfólkayvirlitið, er vorðin varur við, at viðkomandi hevur biðið seg undan at fáa slíkar áheitanir.
Stk. 4. 3) (ikki sett í gildi) Stk. 3 er ikki galdandi, um viðkomandi frammanundan hevur biðið um áheitanina frá tí vinnurekandi.
Stk. 5. 3) (ikki sett í gildi) Fyrstu ferð, ein vinnurekandi, sum nevnt í stk. 3, vendir sær til ein ávísan fysiskan persón, sum ikki stendur á listanum hjá Landsfólkayvirlitinum, skal tann vinnurekandi týðiliga og á ein skilligan hátt kunna um rættin til at biðja seg undan áheitanum, sum nevnt í stk. 3, frá tí vinnurekandi. Tann vinnurekandi skal samstundis geva viðkomandi møguleika fyri ómaksleyst at biðja seg undan at fáa slíkar áheitanir.
Stk. 6. Ikki er loyvt at krevja gjald fyri at móttaka ella notera boð um, at ein umbøn eftir stk. 1 verður kallað aftur, ella at ein móttakari biður seg undan at fáa áheitanir, sum nevnt í stk. 3.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um kunningarskyldna hjá tí vinnurekandi eftir stk. 5 og om skylduna at geva persónum møguleika at biðja seg undan at fáa áheitanir, sum nevnt í stk 3.
Vegleiðing
§ 7. Tá vørur og tænastur verða bodnar kunda, tá avtala um keyp verður gjørd, ella eftir umstøðunum, tá vøra verður latin kundanum, skal gevast ein nøktandi vegleiðing um vøruna ella tænastuna, um ein slík vegleiðing kann sigast at vera neyðug fyri at kunna meta um vøruna ella tænastuna, herundir nýtslueginleikar, haldføri, viðlíkahald og møguligar vandar.
§ 7 a. Lýsingar og lýsingatilfar, sum er beinleiðis ætlað brúkarum í Føroyum, skal vera á føroyskum.
Stk. 2. Landsstýrið kann áseta nærri reglur um mál í lýsingum og lýsingatilfari við kunngerð.
Kapittul 3
Brúkaravernd
Marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung
§ 8. Marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung, skal taka atlit til natúrliga góðtrúnið hjá børnum og ungum, og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti, sum hava við sær, at tey eru løtt at ávirka og ímerkja.
Stk. 2. Marknaðarføring, sum vendir sær til børn og ung, má ikki beinleiðis ella óbeinleiðis eggja til harðskap, rúsevnisnýtslu, herundir alkoholnýtslu, ella til aðra vandamikla ella fyrilitaleysa atferð, ella á annan ósømiligan hátt brúka harðskap, ræðslu ella pátrúgv.
Sølufremjandi tiltøk
§ 9. 4) Sølufremjandi tiltøk, eisini slík, ið geva eitthvørt framíhjá, t.d. avsláttarmerki, avsláttur, skipanir við eykaágóða og virðislønarkappingar, skulu marknaðarførast soleiðis, at tilboðstreytirnar eru týðiligar og greiðar fyri brúkaran og soleiðis, at brúkarin lættliga kann kunna seg um treytirnar. Týðandi upplýsingar, t.d. virði á eykaveitingum, sum greidliga kunnu avlaga búskaparligu atferð brúkarans, mugu ikki leggjast burturímillum.
Stk. 2. 4) Útsøla ella onnur søla, har søluprísir eru lækkaðir, má bert fráboðast, um so er, at príslækkingin er verulig. Príslækkingin skal, um neyðugt, skjalprógvast.
Stk. 3. 4) Tá søluprísir eru lækkaðir, skal prísmerkingin týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vørunum.
Stk. 4. 4) Um ein vinnurekandi bjóðar eina vøru ella tænastu fyri ein ávísan prís, og tann vinnurekandi hevur rímiliga orsøk til at halda, at tað ikki ber til at bjóða tær nøgdirnar, sum verða eftirspurdar og eru rímiligar í mun til tað, sum bjóðað verður, og í mun til vavið á marknaðaføringini, skal tann vinnurekandi taka greitt fyrivarni fyri hesum í marknaðarføringini.
§ 10. 4) (Strikað).
Stk. 2. 4) (Strikað).
§ 11. 4) (Strikað).
Stk. 2. 4) (Strikað).
Stk. 3. 4) (Strikað).
Garanti
§ 12. Váttan um garanti ella onnur trygdartilsøgn kann bert latast, um brúkarin við hesum fær eina munandi betri rættarstøðu enn hana, sum brúkarin longu hevur sambært galdandi lóggávu.
Stk. 2. Um garantiváttan ella onnur trygdartilsøgn verður latin, áliggur tað tí vinnurekandi skilliga at greiða brúkaranum frá innihaldinum í hesari, og hvussu hon kann nýtast. Harumframt skal skilliga greiðast brúkaranum frá, at tey rættindi, sum brúkarin hevur sambært aðrari lóggávu, ikki verða skerd av garantiváttanini ella tilsøgnini.
Áheitan um keyp
§ 12 a. 1) Í sambandi við áheitan á brúkarar um keyp skal ein vinnurekandi lata niðanfyristandandi upplýsingar, um hesar ikki frammanundan greitt framganga av samanhanginum:
1) Sereyðkenni við vøruni ella tænastuveitingini.
2) Navn og bústaður hjá tí vinnurekandi.
3) Gjalds- og onnur avtaluviðurskifti í tann mun, hesi víkja frá tí, sum er vanligt innan vinnugreinina.
4) Framferðarhátt hjá tí vinnurekandi í sambandi við kærumálsviðgerð í tann mun, hesin víkir frá vanligari siðvenju innan vinnugreinina.
5) Aftranarrætt, avbíleggingarrætt ella aftursendingarrætt, um kundin hevur slíkan rætt.
6) Prísur íroknað avgjøld.
Stk. 2. 1) Um vøran ella tænastuveitingin er so háttað, at prísurin við rímiligheit ikki kann útroknast frammanundan, skal verða upplýst, hvussu prísurin verður roknaður út. Um tað er viðkomandi, ella um hesar upplýsingar við rímiligheit ikki kunnu útroknast frammanundan, skal verða upplýst um allan annan kostnað viðvíkjandi flutningi, levering ella postgjaldi.
Stk. 3. 1) Við eina áheitan um keyp skilst eitt handilsligt samskifti, har eyðkenni við vøruni og prísurin eru upplýst á ein hátt, sum er hóskandi í mun til nýtta handilsliga samskiftismiðilin, og sum ger kundan føran fyri at keypa.
Prísupplýsingar
§ 13. Í sambandi við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar, tó undantikið søla av vørum á uppboðssølu, skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna, íroknað til dømis ómaksgjøld, útreiðslur, meirvirðisgjald, fløskupant og líknandi, umframt øll onnur avgjøld. Avgjøld ella útreiðslur, sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu til at krevja beinleiðis frá brúkaranum, eru ikki fevnd av 1. pkt., men skulu upplýsast fyri seg. Verða vørur bjóðaðar út elektroniskt til brúkaran við møguleika fyri at bíleggja, eru 1. og 2. pkt. eisini galdandi.
Stk. 2. Stk. 1, 1. og 2. pkt. eru eisini galdandi í sambandi við vinnuliga sølu av tænastum til brúkarar á einum føstum handilsstaði, og tá tænastan verður bjóðað út elektroniskt til brúkararnar við møguleika fyri at bíleggja. Í førum, har tað ikki er møguligt at upplýsa samlaða prísin fyri tænastuna, skal kunnast um grundarlagið fyri at útrokna prísin, um hendan kunningin ger tað møguligt hjá brúkaranum sjálvum at rokna út endaliga prísin. Um tað vegna mongdina av útbodnum tænastum ikki er møguligt at lata prís ella útrokningargrundarlag fyri tær allar, skal prísurin ella útrokningargrundarlagið fyri eitt viðkomandi og umboðandi úrval av tænastunum upplýsast.
Stk. 3. Tá kunnað verður um prísir á vørum og tænastum í sølulýsingum, ella aðrari marknaðarføring, skulu upplýsingarnar lúka treytirnar í stk. 1 ella 2, § 14, umframt í reglum gjørdar við heimild í stk. 6. Um ein framleiðari, innflytari ella heilsøla í lýsingum ella á annan hátt skjýtur upp ein prís til víðarisølu til brúkararnar, skal greidliga tilskilast, at prísurin er vegleiðandi. 1. pkt. er eisini galdandi í sambandi við munnligar prísupplýsingar.
Stk. 4. Tá ein tænasta er gjørd eftir rokning, skal brúkarin, um hann biður um tað, fáa eina útgreinaða rokning, sum gevur honum møguleika at kanna prísin á teimum vørum og tænastum, sum tænastuveitingin fevnir um.
Stk. 5. Eitt ómaksgjald er ein upphædd, sum verður goldin fyri eina serliga tænastu, funksjón ella veiting, sum er knýtt at keypinum av eini vøru ella tænastu, og sum ikki verður rindað fyri eina sjálvstøðuga veiting.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um
1) serreglur og undantøk frá stk. 1-4, herundir reglur um upplýsingar í sambandi við kreditt,
2) framferðarháttin í sambandi við fráboðan av prísupplýsingum og um avmarking í mongdini av upplýsingum, ið verða latnar,
3) at á sama hátt, sum eftir stk 1, skal upplýsast um prísin fyri vøruna fyri hvørja mátieind og um nýtslu av mátieind fyri einstakar vørubólkar, og
4) at liðugtpakkaðar smásøluvørur skulu hava upplýsingar um nettomongd.
Kredittkeyp
§ 14. Verður vøra bjóðað út vinnuliga til brúkaran við upplýsingum um kostnaðin fyri at útvega vøruna við kredittkeypi, skal, á sama hátt sum í § 13, stk. 1, upplýsast um:
1) kontantprísin,
2) kredittútreiðslurnar sum ein upphædd og
3) árligu útreiðslurnar fyri kredittin í prosentum. Árligu útreiðslurnar fyri kredittin í prosentum skulu tilskilast á ein eins týðiligan hátt og hinar kredittupplýsingarnar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur fyri, hvussu kredittútreiðslurnar eftir stk. 1, nr. 2 og árligu útreiðslurnar fyri kredittin í prosentum eftir stk. 1, nr. 3 verða útroknaðar.
Stk. 3. Upplýsingar eftir stk. 1 kunnu gevast við einum umboðandi dømi, um hetta er einasti hóskandi mátin.
Stk. 4. 1) Stk. 1-3 verða nýtt samsvarandi, um vørur verða bodnar út elektroniskt til brúkarar við møguleika fyri bílegging.
Ómaksgjøld
§ 15. Um støddin ella innkrevjingin av einum ómaksgjaldi, sbr. § 13, stk. 5, sum ikki er ásett við lóg, í einari avtalu, sum gongur yvir tíð, kann broytast á neiligan hátt fyri brúkaran, skal skilliga leggjast dentur á treytirnar fyri hesum í avtaluni.
Stk. 2. Broytingar í ómaksgjøldum ella innkrevjing av nýggjum ómaksgjøldum í einari avtalu, sum gongur yvir tíð, skulu altíð fráboðast við rímiligari freist, áðrenn hetta fær virknað fyri brúkaran.
Stk. 3. Er broytingin í ómaksgjaldi munandi, ella verður nýtt ómaksgjald kravt, skal hetta fráboðast brúkaranum við individuellum samskifti, áðrenn broytingin fær virknað. Hevur brúkarin rætt at siga avtaluna upp, skal hetta standa í fráboðanini, umframt við hvørjum treytum brúkarin kann siga avtaluna upp.
Skipaður avsláttur
§ 16. Vinnurekandi, sum veita skipaðan avslátt, sum avslátt í prísi ella aðrar serligar fyrimunir, til limirnar í feløgum ella felagsskapum ella til aðrar ávísar bólkar í sambandi við sølu av vørum ella tænastum, umfataðar av § 13, stk. 1 og 2, skulu við týðiligari skelting við allar inngongdir til handilshølini kunna um, hvørjir bólkar fáa skipaðan avslátt, og hvussu stórur avslátturin er.
Stk. 2. Tann vinnurekandi skal eftir áheitan vísa fram eitt yvirlit yvir vørur og tænastur, sum eru umfataðar av tí skipaða avslátrinum, umframt støddina á avslátrinum.
Stk. 3. Í sambandi við fjarsølu skulu upplýsingarnar í stk. 1 gevast í sambandi við prísupplýsing, meðan upplýsingarnar, nevndar í stk. 2, skulu gevast eftir áheitan.
Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 1-3 eru ikki galdandi fyri skipaðan avslátt, sum verður veittur persóni, ið er í starvi hjá tí, sum letur avsláttin.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvussu skeltast skal um skipaðan avslátt og um innhaldið í skeltingini, og um at ein tænastuveitari, sum ikki er umfataður av § 13, stk. 2, skal lata upplýsingar um, at hann gevur skipaðan avslátt. Viðkomandi vinnu- og brúkarafeløg skulu hava slíkar reglur til ummælis, áðrenn tær verða settar í gildi.
Merking og innpakking
§ 17. Landsstýrismaðurin kann gera ásetingar um, at ávísar vørur, sum verða bodnar út vinnuliga til brúkaran, bert kunnu seljast ella bjóðast út til sølu við tilskilan um, hvørt vøran er føroysk ella útlendsk, ella við tilskilan um framleiðslu– ella upprunastað. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri, hvussu ávísu tilskilanirnar skulu setast á vøruna, og hvussu framleiðslu- ella upprunastað skal skiljast í hvørjum einstøkum føri. Viðkomandi vinnu- og brúkarafeløg skulu hava tílíkar reglur til ummælis, áðrenn tær verða settar í gildi.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann eftir samráðingar við umboð fyri brúkarar og viðkomandi vinnufeløg gera ásetingar um,
1) at ávís vøruheiti ella symbolir eru avmarkað til, ella skulu brúkast til, vørur, sum lúka ávísar nærri fráboðaðar treytir og
2) at ávísar vørur bert kunnu seljast ella bjóðast út til sølu, um vørurnar ella innpakkingin, á ein av landsstýrismanninum nærri ásettan hátt, hevur upplýsingar um innihaldið og samansetingina av vørunum, umframt haldføri, viðgerðarhátt og aðrar eginleikar.
Kapittul 4
Reglur viðvíkjandi vinnurekandi
Vinnulig eyðkenni
§ 18. Tað er ikki loyvt vinnurekandi at nýta vinnulig eyðkenni og tílíkt hjá øðrum, ella at nýta egin eyðkenni á ein hátt, sum kann elva til bland við eyðkenni hjá øðrum.
Vinnuloynidómar og tekniskar tekningar
§ 19. Tað er ikki loyvt fólki í starvi hjá fyritøku, í samstarvi við fyritøku, ella í arbeiði fyri fyritøku, at útvega sær ella at royna at útvega sær kunnleika um ella ræði á vinnuloynidómum hjá fyritøkuni.
Stk. 2. Um viðkomandi av røttum hevur fingið kunnleika um ella ræði á vinnuloynidómum hjá fyritøkuni, hevur hann ikki loyvi at geva teir víðari ella brúka teir uttan loyvi frá fyritøkuni. Hetta forboð stendur við til 3 ár eftir, at starvssetanin, samstarvið ella arbeiðið er endað.
Stk. 3. Stk. 1 og 2 eru eisini galdandi fyri aðrar persónar, sum hava lógliga atgongd til fyritøkuna.
Stk. 4. Tann, sum í starvi sínum, ella á annan hátt við vinnuligum endamáli, hevur um hendi tekningar, frágreiðingar, uppskriftir, myndlar ella tílíkt, kann ikki uttan loyvi frá eigaranum brúka hetta tilfar ella lata øðrum tað at nýta.
Stk. 5. Ikki er loyvt vinnurekandi at nýta ein vinnuloynidóm, sum viðkomandi hevur fingið kunnleika um ella ræði á í stríð við omanfyri nevndu reglur.
Kapittul 5
Rættarráð
Rættarráð
§ 20. Gerðir, sum stríða ímóti hesi lóg ella reglum við heimild í lógini, kunnu verða forbjóðaðar við dómi. Samstundis, ella seinni, kunnu við dómi verða givnar tílíkar áleggingar, sum verða mettar neyðugar til tess at tryggja
1) at forboðið verður hildið, m.a. við eini avgerð um, at avtalur, sum verða gjørdar í stríð við forboðið, eru ógyldugar, og
2) at farið verður aftur til støðuna, sum var, áðrenn tann ólógliga gerðin varð framd, herundir at vørur og tænastur verða fyribeindar ella tiknar aftur, og at neyðugar rættingar og upplýsingar verða latnar.
Stk. 2. Tann, sum brýtur hesa lóg, hevur endurgjaldskyldu smb. vanligu rættarligu endurgjaldsreglunum.
Stk. 3. Tann, sum ger seg inn á ella av órøttum misnýtir rættindini hjá øðrum í stríð við hesa lóg, skal rinda eitt hóskandi gjald fyri brotið,
Stk. 4. Er hvørki talan um tilætlan ella ósketni, skal tann, sum hevur gjørt seg inn á ella útnyttað eini rættindi í stríð við hesa lóg, rinda eitt gjald eftir stk. 3 í tann mun, hetta verður mett hóskandi.
Kapittul 6
Virksemið hjá Brúkaraumboðnum
§ 21. Brúkaraumboðið umsitur lógina og hevur í tí sambandi eftirlit við, at lógin og reglur við heimild í lógini verða hildnar.
Stk. 2. Brúkaraumboðið kann krevja at fáa útflýggjað allar upplýsingar, sum verða mettar at vera neyðugar fyri virksemið hjá Brúkaraumboðnum, frá teimum, sum lógin er galdandi fyri, fyri m.a. at kunna gera av, um ávís viðurskifti koma undir ásetingarnar í lógini. Eisini hevur Brúkaraumboðið heimild at biðja um viðkomandi upplýsingar frá øðrum almennum myndugleikum, herundir TAKS. Upplýsingarnar frá vinnurekandi, og øðrum, sum lógin er galdandi fyri, kunnu krevjast útflýggjaðar innan eina stutta freist, tá talan er um samanberandi lýsingar, ella tá tað eftir umstøðunum verður mett at vera neyðugt.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin setir Brúkaraumboðið fyri eitt 5-ára tíðarskeið, og Brúkaraumboðið kann bert verða uppsagt uttan umsókn til landsstýrismannin, um uppsøgnin er grundað á heilsuviðurskifti, ella um viðkomandi orsakað av revsing, tænastumisbroti ella órøkt ikki er skikkaður at verða sitandi í starvinum. Setanin steðgar av sær sjálvari við endanum av mánaðinum, viðkomandi fyllir 70 ár. Brúkaraumboðið skal hava útbúgving á kandidatstøði.
Stk. 4. Avgerðir hjá Brúkaraumboðnum eftir hesi lóg kunnu ikki leggjast fyri annan fyrisitingarligan myndugleika.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um virksemið hjá Brúkaraumboðnum.
Samráðingarmeginreglan
§ 22. Brúkaraumboðið skal av sínum eintingum, ella eftir áheitan, við samráðingum royna at ávirka vinnurekandi at virka eftir meginreglunum fyri góðan marknaðarføringssið og yvirhøvur at halda lógina.
Stk. 2. Um ein vinnurekandi setir til viks eina tilsøgn, sum hann hevur givið Brúkaraumboðnum sambært stk.1, kann Brúkaraumboðið geva áleggingar, sum verða mettar neyðugar til tess, at tilsøgnin verður hildin.
Leiðreglur
§ 23. Brúkaraumboðið skal royna at ávirka vinnurekandi við at gera og almannakunngera leiðreglur um marknaðarføring á økjum, sum hava stóran týdning, serliga fyri brúkaran.
Stk. 2. Brúkaraumboðið kann, uttan mun til stk. 1, ikki gera leiðreglur, sum bert venda sær til fyritøkur, ið eru umfataðar av “Lov om finansiel virksomhed”.
Forhandarmeting
§ 24. Brúkaraumboðið ger eftir áheitan eina meting av, um ætlað marknaðarføringstiltøk kunnu metast at vera lóglig ella ikki. Ein slík meting verður tó ikki gjørd, um støðutakanin kann skapa serligan iva, ella onnur serlig viðurskifti gera seg galdandi. Ein tílík forhandarmeting er ikki ein endalig støðutakan til, um tiltakið er lógligt.
Stk. 2. Tá Brúkaraumboðið hevur latið eina forhandarmeting til ein vinnurekandi um, at eitt ætlað marknaðarføringstiltak eftir fatanini hjá Brúkaraumboðnum er lógligt, kann Brúkaraumboðið ikki av sínum eintingum mótvegis tí vinnurekandi reisa eitt mál í sambandi við eitt átak, sum er umfatað av forhandarmetingini og sett í verk innan rímiliga tíð eftir, at forhandarmetingin er latin.
Stk. 3. Landstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um gjald fyri eina forhandarmeting frá Brúkaraumboðnum.
Kapittul 7
Rættarsókn, forboð, álegging og endurgjald
Rættarsókn v.m.
§ 25. Ein og hvør við rættarligum áhuga í tí kann leggja sak um forboð, álegging, endurgjald ella gjald eftir § 20. Brúkaraumboðið kann leggja sak um forboð og álegging eftir § 20, stk 1.
Stk. 2. Brúkaraumboðið kann boða frá álegging, um ein gerð greitt stríðir ímóti lógini og ikki kann broytast við samráðingum.
Stk. 3. Ein álegging kann av tí, sum áleggingin er vend ímóti, verða kravd at verða løgd fyri rættin. Ein áheitan um hetta skal latast Brúkaraumboðnum skrivliga innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um áleggingina. Brúkaraumboðið skal innan 1 viku eftir móttøku av áheitanini leggja málið fyri rættin eftir borgarligum rættargangi.
Stk. 4. Áheitan eftir stk. 3 hevur ikki steðgandi ávirkan, men rætturin kann við úrskurði avgera, at viðkomandi, meðan málið verður viðgjørt, kann halda fram við teirri gerð, sum áleggingin viðvíkur.
Stk. 5. Verður ein dómur, sum sigur, at ein álegging ikki verður mett at vera lóglig, kærdur, kann rætturin, sum hevur felt dómin, ella rætturin, sum málið er lagt fyri, avgera, at viðkomandi, meðan kærumálið verður viðgjørt, ikki kann fremja ta gerð, sum áleggingin viðvíkur.
Stk. 6. Verður ákæra reist fyri brot á lógina, verður útinnanin av ákæruni løgd til Brúkaraumboðið, um Brúkaraumboðið ynskir tað.
Endurgjaldssakarmál
§ 26. Um fleiri brúkarar í sambandi við brot á ásetingarnar í hesi lóg hava einsháttað krøv um endurgjald, kann Brúkararumboðið eftir ynski frá hesum brúkarum seta kravið um revsing og krøvini um endurgjald fram undir einum.
Stk. 2. 5) Brúkaraumboðið kann tilnevnast sum bólkaumboð í einum bólkarættarmáli, sbr. kapittul 32 í retsplejelov for Færøerne.
Fyribils forboð
§ 27. 6) Brúkaraumboðið kann seta fyribils forboð, tá greiður vandi er fyri, at endamálið við einum forboði, sum nevnt í § 20, stk. 1, fer fyri skeyti, um bíðast skal eftir rættarinnar avgerð. Sak til staðfestingar av forboðnum skal leggjast í seinasta lagi næstkomandi gerandisdag. Reglurnar í retsplejeloven for Færøerne kapittul 50 verða nýttar við neyðugum tillagingum.
Stk. 2. Um ein sak til staðfestingar av einum forboði eftir stk. 1 ikki kann avgerast við dómi seinast 5 gerandisdagar eftir, at sakin er løgd, kann rætturin, meðan sakin verður fyrireikað, áðrenn nevnda freist er úti, við úrskurði avgera, at forboðið framhaldandi skal standa við. Áðrenn ein slík avgerð verður tikin, skal rætturin so vítt møguligt geva pørtunum høvi at úttala seg.
Verður forboðið ikki staðfest, áðrenn freistin er úti, fellur tað burtur.
Revsing og átala
§ 28. Setan til viks av einum av rættinum settum forboði ella eini álegging, ella einari av Brúkaraumboðnum samsvarandi § 22, stk. 2, ella § 26, stk. 2 fráboðaðari álegging verður revsað við bót ella fongsli í upp í fýra mánaðir. Setan til viks av eini álegging at afturgjalda eitt móttikið peningagjald verður tó ikki revsað.
Stk. 2. Tann, ið ikki letur upplýsingar, sum verða kravdar eftir § 21, stk. 2, ella sum í viðurskiftum, umfatað av lógini, letur Brúkaraumboðnum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, verður revsaður við bót, uttan so at hægri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu.
Stk. 3. 1) 4) Brot á ásetingarnar í § 3, stk. 1-3, §§ 4-6, § 8, stk. 2, § 9, § 12 a, § 13, stk. 1-4, § 14, § 15, stk. 3, § 16, stk. 1-4 og tilætlað brot á § 18 verða revsað við bót, uttan so at hægri revsing er uppborin eftir aðrari lóggávu. Brot á § 3, stk. 2 og 3, har brotið inniber skaðiliga umrøðu av einum øðrum vinnurekandi ella av viðurskiftum, ið serliga viðvíkja viðkomandi, eru umfatað av privatari átalu.
Stk. 4. Brot á § 19 verður revsað við bót ella fongsli í upp í 1 ár og 6 mánaðir. Átala verður bert givin, um tann órættaði ynskir tað.
Stk. 5. Í reglum, gjørdar við heimild í hesi lóg, kann ásetast revsing við bót fyri brot á reglurnar.
Stk. 6. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Kapittul 8
Gildiskoma v.m.
Gildiskoma
§ 29. Lógin kemur í gildi 1. januar 2009.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 6, stk. 3, 4 og 5 koma í gildi.
Tórshavn, 8. mai 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjørt Samuelsen (sign.)
Lm. nr. 174/2007
1) Broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 17. mai 2011.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 15. mai 2014.
3) Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 6, stk. 3, 4 og 5 koma í gildi.
4) Broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 12. mai 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2015.”
5) Broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 2. mai 2022.
6) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, har § 79 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”