Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. februar 2012Nr. 18
Kunngerð um skiftisskipanir í sambandi við ígildiskomu av vinnufelagslógini
Við heimild í løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg (vinnufelagslógin) verður ásett:
§ 1. Hóast vinnufelagslógarinnar § 2, stk. 1, kann eitt partafelag, sum áðrenn 1. januar 2012 er skrásett hjá Skráseting Føroya við einum felagsnavni, sum inniheldur aðra stytting enn P/F, framvegis nýta hesa stytting í navni felagsins til 1. januar 2016.
§ 2. Eru ásetingar í viðtøkunum hjá einum kapitalfelagi ikki í samsvari við ásetingar í vinnufelagslógini, verða ásetingarnar í vinnufelagslógini nýttar í staðin fyri nevndu viðtøkuásetingar, sbr. vinnnufelagslógarinnar § 324, stk. 2, sbr. tó skiftissásetingarnar í hesi kunngerð. Eru ásetingar í viðtøkunum hjá einum kapitalfelagi ikki í samsvari við ásetingarnar í hesi kunngerð, verða ásetingarnar í kunngerðini nýttar í staðin fyri nevndu viðtøkuásetingar.
Stk. 2. Tey kapitalfeløg, sum eru skrásett, tá hendan kunngerðin fær gildi, og sum ikki eru undir likvidatión, kunkurs ella tvingsilsavtøku, skulu í seinasta lagi á fyrstkomandi aðalfundi, sum verður innkallaður eftir, at hendan kunngerðin er komin í gildi, fremja tær viðtøkubroytingar, sum eru neyðugar til at viðtøkurnar verða í samsvari við ásetingarnar í vinnufelagslógini og ásetingarnar í hesi kunngerð.
Stk. 3. Uppskot um at broyta viðtøkurnar, sbr. stk. 2, skulu metast at vera samtyktar við gildi, um bert ein kapitaleigari hevur atkvøtt fyri uppskotinum. Hetta er galdandi hóast møgulig viðtøkuásett krøv um, at ein ávísur partur av kapitaleigarunum ella kapitalinum við atkvøðurætti skal verða til staðar á aðalfundinum og atkvøða fyri uppskotinum, ikki eru lokin.
§ 3. Vinnufelagslógarinnar § 84 um skásetingardagin og freistina fyri at fráboða luttøku á aðalfundinum verður ikki nýtt á fyrsta aðalfundi, sum verður innkallaður eftir 1. januar 2012, uttan so, at aðalfundurin hevur samtykt, at nevndu ásetingar skulu verða nýttar longu fyri hendan aðalfundin.
Stk. 2. Hevur aðalfundurin ikki tikið tílika avgerð, hava allir partaeigarar á hesum fyrsta aðalfundinum rætt at møta á aðalfundinum og taka orðið har. Møguligar viðtøkuásetingar um, at ein partaeigari fyri at kunna møta á aðalfundinum skal hava fráboðað luttøku á aðalfundinum eina ávisa tíð, tó hægst fimm dagar frammanundan aðalfundinum, verða nýttar fyri hendan aðalfundin. Annars verður vinnufelagslógarinnar § 49 nýtt.
§ 4. Vinnufelagslógarinnar § 104, stk. 2, um brævatkvøður verður ikki nýtt á fyrsta aðalfundinum, sum verður innkallaður eftir tann 1. januar 2012, uttan so, at aðalfundurin hevur avgjørt, at nevnda áseting skal verða nýtt longu á hesum fyrsta aðalfundinum.
§ 5. Við innkalling til aðalfund, sbr. vinnufelagslógarinnar § 94, stk. 2, kann fyrsti aðalfundurin, sum verður hildin eftir 1. januar 2012, innkallast upp til 5 vikur áðrenn aðalfundin, hóast aðalfundurin ásetur eina styttri freist.
Stk. 2. Hósat vinnufelagslógarinnar § 94, stk. 2, kann fyrsti aðalfundurin, sum verður hildin eftir 1. januar 2012 innnkallast við minni enn eini freist upp á 3 vikur, um hetta framgongur av viðtøkum felagsins.
§ 6. Eitt smápartafelag, sum er stovnað áðrenn 1. januar 2012, og sum bert hevur eina nevnd, skal lúka krøvini viðvíkjandi vali av leiðsluskipan í § 111 í vinnufelagslógini í seinasta lagi. 1. januar 2016.
Stk. 2. Uppskot um at broyta viðtøkurnar soleiðis, at kapitalfelagsins leiðsluskipan verður í samsvari við vinnufelagslógarinnar § 111, skulu metast at verða samtyktar við gildi, tá bert ein smápartahavari hevur atkvøtt fyri uppskotinum. Hetta er galdandi, hóast møgulig viðtøkuásett krøv um, at ein ávísur partur av kapitaleigarunum ella kapitalinum við atkvøðurætti skal verða til staðar á aðalfundinnum og atkvøða fyri uppskotinum, ikki eru lokin.
§ 7. Nevndarlimir, sum tann 1. januar 2012 eru valdir av einum umboðsráði, verða viðvíkjandi vinufelagslógarinnar § 120, stk. 1, mettir at verða valdir av aðalfundinum, til teirra valskeið er úti, tó í seinasta lagi 1. januar 2016.
Stk. 2. Uppskot um at broyta viðtøkurnar soleiðis, at kapitalfelagsins leiðsluskipan verður í samsvari við vinnufelagslógarinnar § 111, skulu metast at verða samtyktar við gildi, tá bert ein smápartahavari hevur atkvøtt fyri uppskotinum. Hetta er galdandi hóast møgulig viðtøkuásett krøv um, at ein ávísur partur av kapitaleigarunum ella kapitalinum við atkvøðurætti skal verða til staðar á aðalfundinum og atkvøða fyri uppskotinum, ikki eru lokin.
§ 8. Vinnufelagslógarinnar § 222, stk. 1, og § 223 kunnu verða nýttar av kapitalfeløgum, sum eru undir likvidatión, hóast likvidatión er byrjað áðrenn 1. januar 2012.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinumálaráðið, 27. februar 2012
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)